es

Børn hava gott av at spæla telduspøl, sigur ES

Ein nýggj kanning fyri ES-parlamentið staðfestir, at einki samband er millum telduspæl og harðligan atburð. Hinvegin hava børn beinleiðis gott av at spæla telduspæl, til at læra at hugsa strategiskt, skapa, samstarva og finna uppá. Les newz.dk

ES á veg við einum risa fingramerkisdátugrunni

Tey ætla at dátugrunnurin innan ár 2015 skal innihalda fingramerki hjá øllum teimum sum hava ferðast um landamørk í ES. Les newz.dk

Doping skal straffast sum narkohandil

ES kommissiónin leggur fram lógaruppskot í dag, um at kunna straffa sølu av dopingevnum á linju við narkosølu. Les eb.dk

'Open source' er næstan altíð bíligari, sigur ES

Evropeiska Samveldið sigur í eini nýggjari frágreiðing, at tað so gott sum altíð loysir seg at skrifta til 'open source' ritbúnaða. Hesin pástandur er grundaður á nágreiningum av 'open source' verkætlanum í seks ES-londum. Men tey ávara samstundis um at stuttskygdi kostnaðurin ofta er hægri, við tað at tað krevur meira útbúgving av starvsfólkunum, og tí at starvsfólkini eftir øllum at døma ofta føla at tey verða undirmett í virði, um forritini sum tey arbeiða við vórðu fingin fyri einki. Les software.silicon.com

Tour 'arnir meldaðir til ES, av UCI

Súkklingin tykist veruliga at vilja avlíva seg sjálva, nú altjóða súkklusambandið UCI meldar teir tríggjar størstu tour'arnar - Tour de France, Giro d'Italia og Vuelta à España - til ES fyri ólógligt kartellvirksemi. Hetta tí at tour'arnir sjálvir vilja avgera hvørjir súkklarar luttaka, m.a. fyri at kunna útiloka tey sum eru mistonkt fyri doping. Les eb.dk

Nú mugu danir til at reinsa regnið

Herdar reglur frá ES krevja at danir byrja at reinsa tað vatn sum kemur av himni niður á húsatekjur og vegir, fyri haðani at fara út í áir og sjógvar. Tey vænta at talan verður um eina milliardaupphædd, við tað at bara Odense nokk skal hava 100 slík reinsianlegg, til umleið 1 millión krónur stykkið. Tey hava til nú hildið at hetta vatn var ikki serliga dálkað, men siga nú at tað er dálkað við óbrendum diesel og benzin, olju, asbest, pesticidum, og tungmetall frá dekkum og sliti av vegum. Les ing.dk

ES vil steðga internet-sjónvarps-tænastum sum YouTube

Í øllum førum í tí fría líki sum vit kenna í dag. Orsøkin er her ikki piratarí, men fyri at kunna kontrollera reklamum, 'hate speach' og yvirhøvur verja børnini. Uppskotið er tí at krevja nakað líknandi sum tann lisens ið vanligu sjónvarpsstøðirnar hava til at vísa sjónvarp, fyri at sleppa at vísa sjónvarp á netinum eisini. Bretland er í móti. Les mashable.com