evropa

Nokk av luft á Evropa til at lív kann vera har

Vísindafólk hava staðfest umleið hundrað ferðir so nógv oxygen á "Evropa" mánanum hjá Jupiter, undir fleiri kilometrar tjúkka lagið av ísi, til at har kann finnast lív. Les ing.dk

'Nørdiskt' er skjótast vaksandi málið í Evropa

Yvir 100 orð verða løgd afturat 'nørdiskum' hvørt ár, í mun til at enskt bara veksur við umleið triðinginum. Les pocket-lint.co.uk

Luftdálkingin í Danmark er tann næstringasta í Evropa

Faktiskt tann vánaligasta, við tað at tey her tvær ferðir verða nummar tvey, aftanfyri fyrst Luxembourg tá ið tað kemur til dálking frá ferðslu og orkuverkum, og síðani aftanfyri Írland tá ið tað kemur til luftdálking frá grísum og líknandi. Les ing.dk

Golfstreymurin hevur lítlan týdning fyri veðurlagið her

Í 150 ár hava vit hildið at orsøkin til milda veðurlagið í Evropa var at golfstreymurin tók hita hendan vegin upp úr suðurlondum. Men nú fann onkur so uppá at taka hann heilt burtur í eini stórari teldusimulatión, uttan at tað gjørdi stórvegis mun. Hinvegin hevði Rocky Mountains stóran týdning fyri milda veðurlagið í Evropa (og harða í USA), hóast fjallaketan liggur heilt yviri í Vesturameriku. Orsøkin til milda evropeiska veðrið, í mun til harða amerikanska, tykist altso ikki at verða Golfstreymurin, men bara tað at amerikanarar hava 'kontinental-veðurlag', og vit 'strandalands-veðurlag'. Les ing.dk

Heitasta heyst í 10.000 ár

Tað hevur verið so heitt í Evropa í heyst, at tað eftir røttum eiga at ganga 10.000 ár, til hitin aftur verður so nógvur. Men so er spurningurin, um hetta bara er nakað sum er komið fyri at verða. Les jp.dk

'Ótrygt er trygt' er nýtt motto innan ferðslutrygd

Sjey býir og øki í Evropa gera nú royndir við at taka ferðsluskeltini burtur, fyri at økja um ferðslutrygdina. Utopia er longu veruleiki í lítla býinum Makkinga í Hollandi, har skelti við innkoyringarnar til býin siga 'her eru eingi ferðsluskelti', og býurin so yvirhøvur hevur ikki ein gang strípur í vegnum. Tað verður eisini roynt í Danmark, Belgia, Onglandi og Týsklandi; og mottoið er, ja, 'ótrygt er trygt'. Les spiegel.de

Nýggi evropeiski 'tapara-klassin'

Í Ameriku hava tey leingi havt hugtakið 'white trash' ella 'trailer trash', um tey fátæku hvítu sum typiskt búgva í campingvognum. Men hendan stættin er eftirhondini rættiliga stór og markleys í Evropa eisini. 'Uppruna-evropearar' sum ikki læra til nakað, brúka helvtina av degnum pá at hyggja í sjónvarp, ikki duga at lesa, drekka illa, einki arbeiði finna, osfr. Tey hava tað verri enn nakrantíð; og ein orsøk sigst her at vera at tey ikki longur í sama mun hava gomlu fakfelagsrørslurnar til at skapa felagsskap, skipa fyri upplæring av teimum ófaklærdu osfr. Les jp.dk