facebook

Facebook bindur okkum meira og meira

Facebook hevur sambært stjóranum á ComScore< nú rokkið ella nærum rokkið eina útbreiðslu, har brúkararnir føla tænastuna sum eina neyðturviligheit, á linju við til dømis fartelefonir. Og tað verður torførari og torførari at sleppa burtur frá teirra “technological lock-in”, tess meira man brúkar tænastuna. Les news.com.au

Místi sína sjúkupengar tí hon var glað á Facebook

Kanadiska Nathalie Blanchard hevði verið sjúk við depressión í eitt ár, tá ið knappliga sjúkupengarnir hildu uppat at koma á bankakontoina. Tá ið hon ringdi til tryggingarfelagið Manulife, fekk hon at vita at tað var tí at tey høvdu sæð myndir av henni á Facebook, tiknar á eini strond og í eini barr, sum vístu at hon var ikki deprimerað longur. Myndir sum hon sjálv sigur vóru merktar sum privatar. Les mashable.com

Facebook ger teg klókari, og Twitter býttari

Hetta heldur Dr Tracy Alloway á University of Stirling í Skotlandi, eftir at hava fingist við 11 til 14 ára gomul børn í Durham, sum høvdu ringt við at læra. Facebook, telduspøl og Sudoku vístu seg at betra um arbeiðsminnið og harvið IQ hjá børnunm, meðan til dømis YouTube, Twitter og SMS-skriving virkaðu hin vegin. Alloway sigur eisini, at tað eru prógv um at leinki er millum ADHD og tað at hyggja í sjónvarp. Les telegraph.co.uk

Facebook hevur keypt Friendfeed

Harvið verður vælsagtans ein sosial tænasta minni upp á sikt, nú starvsfólkini hjá Friendfeed skulu til at arbeiða fyri Facebook. Les Mashable.com

Fólk eiga at hava 'koyrikort' til Facebook

Hetta heldur danski serfrøðingurin Abelone Glahn, sum viðmerking til at danskir politistar herfyri avdúkaðu á Facebook, at teimum dámdu væl at berjast við danskar hooligans. Les fpn.dk

30% av starvsfólkunum hjá MySpace uppsøgd

Harvið koma tey niður á tilsamans 1000 starvsfólk, millum annað vegna hørðu kappingina við Facebook. Les bloomberg.com

Facebook og MySpace goyma tínar strikaðu myndir

Trygdargranskarar á Cambridge University sendu somu mynd upp til 16 fototænastur, noteraðu sær leinkið til myndina og slettaðu hana so aftur. Flickr, Photobucket, Orkut og Windows Live Spaces vístu beinanvegin onga mynd á viðkomandi leinki, meðan tað tók longri tíð á t.d. Blogger og Picasa. Facebook og MySpace høvdu einki slettað sjálvt eftir 30 døgum. Les mashable.com

15 góð ráð um Facebook frá danska brúkararáðnum

Forbrugerrådet hevur lagt út ein lista við góðum ráðum her, um hvussu tú eigur at verja teg ímóti misnýtslu á Facebook. Visti tú til dømis, at "Fire ud af ti arbejdsgivere har afvist ansøgere på grund af oplysninger, som de har fundet på Facebook"? Les eb.dk

Tínar Facebook myndir kunnu enda sum porno í Ekstra blaðnum

Ekstra Bladet varð herfyri fríkent fyri at hava brúkt mynd til blaðgrein um prostitutión, sum ein genta hevði lagt á heimasíðuna Hotchart. Når først du har lagt billeder på hjemmesider som Facebook og MySpace, kan de på helt legal vis ende i landsdækkende aviser, som har ret til at bruge dine fest-, familie- eller ferieminder i artikler om for eksempel prostitution eller porno. Les videnskab.dk

Fá tær ein Facebook-profil, áðrenn onkur annar tekur hann

Sambært trygdarfyritøkuni Aladdin eigur tú at skunda tær at fáa tær ein Facebook-profil, til at umganga at onkur annar 'spælir tú'. Finnur nakrar upplýsingar um teg, eina mynd kanska eisini, og so hektar seg uppá tínar vinir. Les version2.dk