Tað vil siga bæði vanligan harðdisk til langtíðargoymslu, og ein av hesum nýggju geymalíknandi harðdiskunum til meira fyribils goymslu. Harvið verður lítla farteldan skjótari og brúkar minni streym, sum merkir at battaríið heldur longri. Les engadget.com
fartelda
Ummæli av hesum nýggju smáu teldunum
Ekstra Bladet ummælir nýggju 'net-teldurnar' her, við MSI Wind sum vinnara á Asus Eee PC 901, Fujitsu Siemens Amilo mini, Acer Aspire One og HP 2133. Tað er serliga støddin á tastarurunum sum er ov lítil á flestu av hesum teldum, umframt at onkur larmar.
Eina farteldu fyri bara 500 kr
Jyllandsposten hevur verið á elektronikk-messu í Berlin, og fann m.a. eina farteldu sum bara kostar 500 kr. Einki serliga fantastisk, men heldur ikki meira enn 500 kr :-) Les fpn.dk
Eitt lítið trick til at fáa lív í eina annars deyða farteldu
Um farteldan onkran dag knappliga ikki vil tendra longur, so kann tað rigga at taka battaríið út og síðani halda á power-knappin í umleið 30 sekund. Tá verður kondensaturin nevniliga avløddur, sum annars heldur upp á streymin. Les version2.dk
Nú koma mini-farteldurnar veltandi til okkum eisini
Acer eru longu klár at koyra teirra Aspire One í donsku handlarnar fyri umleið 2200 kr; og AMD, Intel, Nvidia, Via og Asus eru beint í hølunum hjá teimum. Ein Acer Aspire one hevur 8.9 tumma skerm við 1024x600 pixlum, 8 GB flashdisk, 512 MB RAM, 1,6 GHz Atom geril frá Intel, og Linux sum stýriskipan. Les ing.dk
Fá eina farteldu fyri 1200 krónur (í Danmark)
Lági dollarkursurin ger at teldur kunnu gerast veruliga bíligar, um tú bíleggur tær á netinum. Les politiken.dk
Dell á veg við eini Eee PC líknandi mini-farteldu
Hon kemur at eita "mini-Inspiron" og hevur 8,9 tumma flatskerm, innbygt vevkamera, tráðleyst net, kortlesara og Windows XP Home ella Ubuntu Linux, alt fyri undir 500 dollarar 'over there'. Les engadget.com
Fá fartelduna at slatra um hvar hon er, ífall hon verður stolin
LocatePC sendir tær ein teldupost tá ið IP adressan broytist hjá fartelduni, við upplýsingum sum løgregla og internetveitari kunnu brúka til at staðfesta hvar teldan nú er. Les makeuseof.com
Danir gera 'heimsins bíligastu farteldu'
Sum mótsvar ímóti mini-farteldum sum Asus Eee, koma donsku Zepto nú við eini 'veruligari' farteldu fyri einans 2399 krónur, sum hevur 80 GB harðdisk, 1 GB RAM, Celeron flís og kann koyra XP, Vista og Linux. Les version2.dk
Linux teldan yvirlivdi kapping millum hackarar
Hackararnir fingu pengavirðisløn og viðkomandi farteldu, um tey kláraðu at hacka seg inn í eina Apple farteldu, eina Vista og eina Linux. Fingu so loyvi at brúka fleiri og fleiri trick, teir tríggjar dagarnar sum kappingin varaði. Apple teldan reyk annan dagin, Vista teldan triðja, men eingin vann á Linux. Les version2.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 13 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 2 tímar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 20 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani