Høvuðsorsøkirnar eru at fólk eru ov dovin til at fáa sær loyniorð á telefonini, og at tráðleysa netið sum telefonirnar brúka ofta er alt ov opið. Les computerworld.com
farteldur
Flatskermar og farteldur verða nú enn bíligari
Prískríggið er í hæddini, og danir kunnu tí vænta sær farteldur til undir 3000 krónurr, og 42" flatskermar til 7000 krónur. Les fpn.dk
Vilja brúka teggjur av farteldum til at spáa um jarðskjálva
Rímiliga nýggjar farteldur hava ofta accelerometur innbygt til at ansa eftir um farteldan fær stoyt (til at kunna náa at verja harðdiskin), og onkur snildur amerikani hevur so funnið uppá at seta hesar saman til at máta og meta um vídd og stødd á jarðskjálvtum. Les ing.dk
Farteldur eru ikki garanti fyri góða undirvísing
Amerikanar hava eisini roynt hetta við at geva næmingum eina farteldu tá ið tey byrja, í vón um at styrkja um undirvísingina. Fleiri skúlar gevast nú við hesum, tí tað vísir seg ikki at vera til nakra nyttu. Les techdirt.com
Nú kallar eisini Sony farteldubattarí aftur
Sum rosinan í pylsuendanum er Sony nú eisini farið at kalla aftur farteldubattarí, vegna eksplosiónsvanda. Áðrenn hetta hatta Dell, Apple, Toshiba, Lenovo, IBM, Hitachi, Fujitsu og Sharp kallað aftur battarí, harav flestu (um ikki øll) eru framleidd av Sony. Les reghardware.co.uk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 13 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 2 tímar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 20 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani