Nýggj gransking í USA bendir á at alheims kostráðgeving tey seinastu 20 árini hevur verið skeiv, um at vit skulu ansa eftir við feitti frá mjólkarúrdrátti og kjøti, og í staðin eta meira kolvætu sum epli og pasta. Teirra kanning av 348.000 menniskjum kundi ikki staðfesta samanhang millum feittinntøku og vandan fyri at doyggja at blóðproppi ella líknandi æðralagssjúku. Feitt er ikki púra fríkent, men hin vegin er kolvæti heldur ikki heilt óskyldugt, við tað at einfalt kolvæti sum sukur og hvítt breyð kann føra til sukursjúku, sum so aftur økir fyri vandan fyri hjarta- og æðralagssjúku. Og tí kann viðmælið um at eta meira kolvæti vera meira til skaða enn gagn. Les fpn.dk
feitt
Feitt frá feittsúgving kann brúkast til stamkyknur
Vísindafólk kunnu nú framleiða stamkyknur burtur úr feitti, uppá ein máta sum er meira effektivur enn tá ið tey framleiða stamkyknur burtur úr húð. Harvið kann kanska sleppast undan at skula brúka fostur til at framleiða hesar heilt serligu og lekjandi kyknur. Og sum tey siga á Stanford, 'human fat is an abundant natural resource and a renewable one'. Les nationalgeographic.com
Feitt kann umgerast til vøddar, siga amerikanskir granskarar
Trupulleikin er bara, at tað er bara tað sunna, brúna feittið sum kann umgerast. Men tey arbeiða við at gera heilivág sum kunnu fáa hvítt feitt at umgerast til brúnt, og brúnt at umgerast til vøddar, ella eventuelt transplantera brúnt feitt inn í feit fólk til at økja um kaloriubrenningina. Les telegraph.co.uk
Brenn meira feitt upp á stytri tíð, við at renna í intervallum heldur enn bara langt
Ein australsk kanning bendir á at tey sum skifta millum at renna skjótt og spakuliga í 20 minuttir, brenna 3 ferðir so nógv feitt á reyv og lør sum tey ið bara jogga í 40 minuttir. Granskararnir halda at interval-venjingin onkunsvegna stimulerar feitt-brennandi hormon. Les lifehacker.com
Feitur matur hjálpir móti epilepsi
Trupulleikin er bara at diætin tá skal vera bara feitt. Ein vitamintablett ella heilivágur við sukri í er nokk til at oyðileggja kurin. Les videnskab.dk
Drekk reyðvín aftur við feitti
Nýggj amerikansk gransking vísir at reyðvín burturbeinir tey skaðiligu evni í feitti sum føra til æðrakálking, høgt blóðtrýst og fleiri sløg av krabbamein. Les eb.dk
Fá eina feittsúgving í døgverðatímanum
Feittsúgving hevur til nú verið ein rímiliga stór operatión, har patienturin skuldi í fulla narkosu og vera á sjúkrahúsinum eitt døgn. Men nú bjóða klinikkirnar 90 minutt operatión við bara lokalari doyving, so at man í prinsippinum kundi klárað tað upp á ein longdan døgverðatíma. Les dailymail.co.uk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 13 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 2 tímar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 20 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani