ferðing

Flugu ov langt tí at flogskipararnir svóvu

Í India, ikki í Føroyum. Og ikki Atlantic Airways. Les jp.dk

Ein universalur pakkilisti

Slettis ikki so býtt - á hasari síðuni velur tú t.d. hvussu leingi tú skalt vera burtur, um tað er uttanlanda, um tú hevur børn við og hvat tú ætlar tær at gera, og so kemur skipanin við einum uppskoti um hvat sum skal pakkast. Les upl.codeq.info

Heimsins vandamiklasti vegur

Nei, talan er ikki um Irak hesa ferð, men um ein veg úr bolivianska høvuðstaðnum La Paz, til eitt øki kalla Yungas, í fimm kilometra hædd og steyrrættum bergi. Ein bilur ferð útav umleið aðru hvørja viku, og árliga doyggja tí eini 200 til 300 fólk á hesum 80 kilometra langa vegastrekki. Les bbc.co.uk