ferðsla

Nógv færri ferðsluskaðar í DK, nú hált er

Kavaveðrið í Danmark hevur viðført, at tað í januar 2010 vóru 17% færri ferðsluóhapp við bara materiellum skaða, enn í januar 2009, og heili 41% færri har fólk komu til skaða. Soleiðis var tað eisini í 2006, tá ið ringt veður var, og einans 12 fólk tí doyðu í donsku ferðsluni í januar mánaða. Les jp.dk

Heimsins bestu vegir til skjóta koyring

"Alligator Alley" í Florida vinnur her í greinini hjá Wired, fyri at vera beinur vegur við fáum kullum og lítlum ferðslueftirliti. Harnæst A81 í Týskalandi, og ekspressvegurin millum Mumbai og Pune í India. Les wired.com

Maersk minkar um ferðina til at spara olju

Sambært Maersk Line stjóranum Jørgen Harling fara bingjuskip sum vanliga sigla við 21-25 knob nú at sigla við bara 11 knob, vegna høgu oljuprísirnar. Les ing.dk

Líka so galið at koyra linur sum fullur

Sambært 'National Road Safety Foundation' eigur man at steðga um man fær trupulleikar við at fokusera, byrjar at dagdroyma, minnist ikki seinastu kilometrarnar, geispra ella gníggjar eyguni ofta, ella evt. enntá byrjar at hava trupulleikar við at halda seg á vegnum. Les autoblog.com

Donsk p-skiva setur klokkuna við GPS

Talan er vist nokk 'bara' um at skivan altíð verður sett til nær bilurin steðgaði á staðnum, umframt at kunna brúkast í sambandi við sonur har betalingsautomatir eru. Les ing.dk

Grátt er vandamiklasti bil-liturin

Gráir og silvurlittir bilar eru mest seldu bilar, sum tíverri eisini eru lutfalsliga oftast í ferðsluóhappum. Betri er at keypa sær ein hvítan bil, ella kanska enntá ein ljósagulan. Les fpn.dk

Í Japan spæla vegirnir pop-tónleik

Vit hava flest øll roynt 'rumlustrípurnar' í Kaldbaksbotni nú, men japanarar eru enn snildari. Teir variera nevniliga gloppið millum ruflurnar, so at vegurin spælir popptónleik tá ið tú koyrir 60 km/t. Les ing.dk

Rundkoyringar vandamiklar fyri súkklandi?

Tó so at danska Vejdirektoratet metir at talið á ferðsluvanlukkum minkar við 80% tá ið ein vegkrossur verður umgjørdur til ein rundkoyring, so halda granskarar á DTU at talið heldur veksur. Bilarnir verða ikki noyddir nóg langt niður í ferð, og bilar og súkklarar eru ikki samdir um hvussu víkipliktin eigur at vera. Les ing.dk

Ein búffur dálkar líka illa sum 20 km av bilkø

Og seyðakjøt dálkar faktiskt verri. Les ing.dk

Umhvørvisálit nú partur av svensku koyriroyndini

Í Svøríki kanst tú nú dumpa til koyriroyndina, um tú hevur bilin óneyðuga nógv í tómgongd, ella koyrir í ov lágum geari. ing.dk