filmar

Nú ber til at strika ting úr 'live' filmsupptøku

Jan Herling og Wolfgang Broll á Technische Universität Ilmenau hava mennt hesa tøkni, til at kunna taka óynskt ting burtur úr beinleiðis filmsupptøku. Trickið er at gera myndina vánaligari, taka tingið burtur úr, og so gera myndina skarpa aftur. Les her á PetaPixel.com.

Nú kunnu tey broyta skapi á fólki í filmi

Týskir granskarar hava mennt filmstøknina MovieReshape, sum kann gera fólk í filminum hægri ella lægri, tjúkri ella tynri, ella bara eitt sindur meira muskuløs. Les her á PetaPixel.com.

7 orsakir at síggja District 9

Logandi ummæli her á filmschoolrejects.com, um hví øll eiga at fara at hyggja at filminum District 9, líka mikið um teimum dámar science fiction ella ei. Havnar Bio hevur frumsýning av filminum komandi fríggjadag.

Síggj filmarnar (lógliga) fyri einki á netinum

Danski kt-løgfrøðingurin Kasper Heine sigur at tað er heilt í lagi at hyggja at filmum fyri einki á netinum, so leingi sum teir verða 'streamaðir' beinleiðist heldur enn kopieraðir niður á telduna. Les computerworld.dk

10 pínligir feilir í filmum

Við leinki til videobrot av kiksunum. Sovorðið sum at ein gassfløska sæst aftanfyri í hestavognum í filminum Gladiator. Les jp.dk

Mest kontroversiellu filmarnir

Andstygd er eftir øllum at døma oftast vegna pornografi ella blasfemi. Hvussu nógvar hevur tú sæð ? Les filmsite.org

Tey størstu films-floppini í 2006

Her er ein listi yvir tey størstu amerikansku films-floppini í 2006, har man kann síggja hvussu lítið teir tjendu (í USA) í mun til framleiðslukostnaðin. Til dømis tjendu tey einans 5 milliónir dollarar fyri Basic Instict 2, sum kostaði 70 milliónir dollarar at gera... allarhelst tí at frættist ov tíðliga, at Sharon Stone ikki gjørdi hitt trickið við teimum krossaðu beinunum hesu ferð. Les variety.com

Apocalypto hjá Mel Gibson er góður men fjas

Nýggi filmurin hjá Mel Gibson er undirhaldandi aktion-ævintýr, men ikki serliga søguliga rættur filmur um fornaldar maya-kulturin í Suðuramerika. Ein søgufrøðingur sigur seg beinleiðis hata filmin her, tí at tað er sum at síggja 'Madonnu og Marilyn Monroe koyra ein biltúr saman, ella fara at vitja George Bush, Teddy Roosevelt og George Washington' Les cinematical.com

Ólógligt at leinkja til video á t.d. YouTube, sigur Fox

Hesin fekk bræv frá Fox um at gevast við at leinkja til video á YouTube, DailyMotion, Google Video og tílíkum, sum (har) bróta upphavsrættindini hjá Fox. Veitarin av heimasíðuambætara fekk eisini bræv, og gav tí hesum heimasíðuánara 24 tímar áðrenn teir stongdu fyri tænastuni. Hann flutti tí heimasíðuna til ein ambætara í Malaysia, og legði brævið frá FOX her á netið. Les quicksilverscreen.com

Hví Paramount koyrdi Tom Cruise

Stjórin hjá Paramount Studios/Viacom sá skriftina á vegginum, tá ið konan helt uppat at dáma Cruise. Í dag hata flestu kvinnur og nógvir menn Cruise, av tí at hann fleiri ferðir hevur uppført seg rættiliga ørt í veruliga lívinum, sum t.d. her...

http://www.youtube.com/watch?v=GmOKCsGLS30

... og her ...

http://www.youtube.com/watch?v=jpmQOxea2f0

Stjórin á Paramount heldur at Tom Cruise hevur kostað teimum nógvar pengar vegna hetta, og nevnir eitt tal sum 150 milliónir dollarar fyri Mission Impossible III, hóast tann filmurin eftir hansara tykki var tann besti av teimum trimum. Les news.com.au