fiskur

Et fisk og drekk vatn um tú vilt tapa teg

Granskarar á Virginia Tech hava sambært The Economist staðfest, at tú tapir teg um tú drekkur vatn áðrenn máltíð. Væl at merkja ikki bara tí at tað fyllir upp í búkinum, men eisini um tú etur somu nøgd av mati. Og á Videnskab.dk skriva tey, at um tú etur nógv protein serliga frá fiski, so aktiverar tað brúnt feitt sum brennur orkuna, heldur enn at leggja hana í dellurnar.

Motión, fiskur og jarn minkar um krabbavanda

Eisini er lágt blóðsukur gott mótir krabba. Les dagbladet.no

Fiskaslag hevur klárað seg í 70.000 ár uttan nakað kallkyn

Granskarar kanna hvussu tað ber til at fiskaslagið Poecilia formosa klárar at at bara klona seg frá ættarlið til ættarlið, uttan at ílegurnar oyðileggjast yvir tíð. Les jp.dk

Toskurin verður deyvur av seismiskum kanningum

Ein norsk kanning staðfestir at toskur verður deyvur heilt upp í 1.5 km burturi frá kanningarøkinum, og harvið m.a. klárar verri at rýma undan fíggindum. Eisini kópur og hvalur missur hoyrnina eina tíð. Les ing.dk