Týskir granskarar sendu 20 tjúkkar menn upp í 2600 metrar hædd í eina viku, við boðum um at eta og drekka akkurát sum teir høvdu hug til, men lata verða við at gera ítrótt. Teir taptu seg næstan 2 kilo í part, eftir øllum at døma tí at hæddin minkar um matarlyst, samstundis sum hon veksur um stoffskiftið. Les physorg.com
fiti
Tú etur meira saman við klønum og svangum
Ein kanning á amerikanskum 'high schools' bendir á, at man etur meira um onkur klænur fyrst fær sær upp á tallerkin, og gjarna eina ríkiliga portión. Ein sjónleikari var 'hara' við og uttan yvirvekts-protesu, og tað vísti seg so at restin át upp í dupult so nógv um hon var kløn og svang, sum tá ið hon var tjúkk og mett. Les videnskab.dk
Hví vórðu børnini í 1971 so feit?
Danir hava nú í skjótt 100 ár heintað inn upplýsingar um millum annað vekt hjá nýføðingum og smábørnum, og kunnu har út frá staðfesta at jú, tað hevur millum annað týdning úr hvørjari familju tú kemur, og um tú til dømis er føddur 'í feitum tíðum'. Men har eru eisini nøkur løgin, knapplig lop, sum í 1942 og 1971, har børn knappliga gjørdust nógv feitari, uttan at granskararnir kunnu forklára hví. Les videnskab.dk
Svínakrím rakar serliga tey feitu meint
Læknar síggja eftirhondini ein afturvendandi karakteristikk av teimum sum fáa veruligari trupulleikar av svínakrími... at tey flestøll eru ovurfeit. Í Skotlandi eru til dømis 3 av 4 feit, sum enda á intensivu deildini vegna svínakrím. Les bloomberg.com
Tap 1 kg um vikuna púra uttan at sveitta
Tað heldur svenski kostserfrøðingurin Anna Ottosson at tú kanst, um bara tú heldir teg frá háglykæmiskum matvørum sum sukur og hveitimjøl, alkohol og sodavatn, og í staðin livir av proteinum. Eitt sindur sum "Dr. Atkins", tó møguliga við minni feitti og í fleiri smærri nøgdum. Les fpn.dk
Á nei, kvinnur síggja eldri út um tær tapa seg
Hetta sigur ein kanning hjá amerikumonnum sambært telegraph.co.uk, eftir at tey hava samanborið 200 pør av tvíburðum yvir tvey ár. Eitt vekttap á 10 pund fær kvinnuna yvir 40 at síggja 4 ár eldri út, og hjúnarskilnaður leggur eisini ár afturat, umframt depressión, royking, drukk og sól.
Magahýt skal hjálpa feitum at tapa seg skjótari
Heldur enn at skurðviðgera búkin minni, so royna læknarnir nú at leggja eitt rør inn í tunntarmin, sum so syrgir fyri at ein partur av matinum fer ósodnaður gjøgnum garnarnar. Betri tí at til ber at taka hýtina út aftur seinni, og tí at tað tá ikki hjálpir longur at bara blenda matin, til at fáa kroppin at taka matin upp skjótari. ing.dk
Allir menn hava nyttu av ítrótti
Ein donsk kanning bendir á, at um tjúkkir og klænir menn íðka ítrótt, so fellur teirra 'yvirdeyðiligheit' til sama støði sum menn við 'vanligum' kroppsbygnaði. Hetta sæst tó ikki hjá konufólki. Les videnskab.dk
Hurra, mandlur fita ikki
So kunnu jólini bara koma ann. Les fpn.dk
10 trick hjá teimum æviga klønu
Tey fara ikki á slankikurar, men røra seg meira, viga seg oftari, loysa ikki trupulleikar við at eta, og eta sín morgunmat. Og annað. Les msn.com
Nýggjar viðmerkingar
6 dagar 9 tímar síðani
6 vikur 2 dagar síðani
6 vikur 6 dagar síðani
7 vikur 4 dagar síðani
7 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 4 min síðani
9 vikur 1 dagur síðani
13 vikur 18 tímar síðani
13 vikur 2 dagar síðani
13 vikur 2 dagar síðani