Føroyar

Valstøð litaði eftir størstu flokkar

Her eru tvey kort av valstøðunum í Føroyum, sum eru litaði eftir hvørjir flokkar fingu flestar atkvøður í valstøðunum eftir løgtingsvalið í 2011 og 2008. Fólkaflokkurin er grønur, Sambandsflokkurin er bláur, Javnaðarflokkurin er reyður, Sjálvstýrisflokkurin er appelsingulur, Tjóðveldi er gulur, Framsókn er ljósareyður og Miðflokkurin er violettur. Har tveir flokkar hava fingið eins nógvar atkvøður, fær tann flokkurin, ið hevur haft størstu framgongd ella minsta afturgongd, litin.

2011 2008

Løgtingsvalúrslit 1906-2008

Á grafinum eru løgtingsvalúrslit frá 1906 til og við 2011. Tilber at velja úrslit fyri hvørt valdømi á ý-ásini til vinstru. Gev gætur at smærri flokkar og uttanflokkalistar eru ikki taldir við her.

Hoyvík yvirhálar Klaksvík og Suðuroy um 5-10 ár

Íbúgvatalið í Hoyvík er farið úr 888 til 3635 tey seinastu 25 árini. Heldur vøksturin fram fara fleiri fólk at búgva í Hoyvík enn í Klaksvík ella Suðuroy um eini 5-10 ár.

Amerikani fær føroyaferð, tí hann bloggar um Føroyar

Matthew Workman varð uppsagdur sum sjónvarpsmaður í november, men arbeiður nú "nearly full-time" við at blogga og gera podcast um Føroyar, á workman.blogspot.com og faroepodcast.blogspot.com. Nú hevur Uttanríkisráðið so bjóðað honum til Føroyar til G! og á Ólavsøku, "all-expenses-paid", at gera podcast og taka myndir. Les Mail Tribune

Føroyar nr 1 stað at verja seg undan fíggjarkreppuni?

Tað halda tey opinbart á IBNLive: The 48,000 Faroese people left may now have it better than the rest of us. The economy of the Faroe Islands has rebounded in the last few years and in 2006, unemployment was at 3% in the province, one of the lowest rates in Europe.

Ein fersk ferðafrásøgn úr Føroyum

Ein amerikonsk kvinna bloggar frá ferð síni í Føroyum, har hon millum annað fortelur um sín fyrsta túr á havinum umborð á Norrøna og um at ganga úr Havn til Kirkjubøar í ringum veðrið.

Grind gevur føroyingum Parkinson sjúku

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur í einari kanning staðfest, at tvøst og spik við lutfalsliga nógvum methylkiksilvur og PCB kann elva til Parkinson sjúku. Pál Veihe vísir á, at tað er eitt greitt hagfrøðiligt samband millum Parkinson sjúkuna og dálka grind. Hann mælir tí føroyingum frá at eta grind, men heldur eta fisk.

Arsène Wenger: Tær smáu tjóðirnar oyðileggja altjóða fótbóltin

Take Russia – once it was one country, now it’s 21. Yugoslavia was one and now is six. Then you add countries like Andorra, Faroe Islands and San Marino and suddenly three out of four games are of no interest. Les goal.com

Føroyar nú 1 pláss frá absolutta botninum av FIFA styrkismetingarlistanum

Sidst blandt de hold der overhovedet har point er Den Centralafrikanske republik. De ligger lige efter Færøerne. Les eb.dk og sí fifa.com

Aura - ein føroysk-fronsk-sponsk sangkvinna

Hon er at finna á MySpace.