Ein av treytunum fyri at geva HM 2022 til Katar var, at fótbóltsvallirnir skulu hava 'air conditioning', hóast teir eru uttandura. Katarbúgvar ætla at loysa hendan trupulleika millum annað við at hava ein flota av sólriknum 'skíggjum', gjørd úr ultralættum tilfari, sum kunnu fjarstýrast til at sveima akkurát har sum skuggi ynskist. Prísur umleið eina hálva milliard amerikanskar dollarar í part. Les engadget.com.
fótbóltur
Russar verja seg við whiskey ímóti svínakrím
Russiska útgávan av 12. manni viðmælir sínum viðhaldsfólkum at drekka eina rúgvu av whiskey, nú tey skulu til Wales at hyggja at HM kvalifikatiónsdysti. "That should cure all symptoms of the disease". Les reuters.com
Fótbóltsspælarar skulu vera høgir og klænir
Tað sigur vísindin sambært The Daily Telegraph. Eitt er hetta við at verja og skalla, men hartil sleppa høgir og klænir spælarar betri av við hitan, enn smáir og kraftigir. Kanska orsøkin til at tað gongur verri hjá føroyingum?
Heilt fótbóltslið á Kypern tikið fyri doping
13 fótbóltsspælarar á APOP Kyniras í kypriotisku fyrstudeild eru nú saman við leiðarum og læknum sínum ákærdir fyri doping við steroidunum oxymesterone og methyl-testosterone, í sambandi við at fyrst tveir vóru staðfestir at hava dopað seg, og at felagið sum heild síðani varð kannað. Les spn.dk
Nú blaka fótbóltsspælararnir buksurnar í dysti
Calcio Catania brúktu ein heldur ørvísi taktikk, tá ið teirra toppskorari Giuseppe Mascara skuldi taka fríspark. Teir hálaðu nevniliga buksurnar niðurum, til at órógva og minka um útsýnið hjá málmanninum. Og tað er nakað teir hava trenað. Les eb.dk
Her eru 'higlights' frá dystinum:
Miseydnað fallskíggjastunt drap tveir og særdi ein
Ætlanin var at ein hópur av fallskíggjafólki skuldi lenda við fólbótlinum á vøllinum til ein vinardyst millum U-18 liðini hjá Fraklandi og Ukraina í Orleans, Frankaríki. Men ein feyk av kós, og tók tveir áskoðarar við sær inn í eitt hegn, so at annar áskoðarin doyði, og hin varð illa særdur. Umframt at fallskíggjamaðurin sjálvur eisini doyði. Les bbc.co.uk
Arsène Wenger: Tær smáu tjóðirnar oyðileggja altjóða fótbóltin
Take Russia – once it was one country, now it’s 21. Yugoslavia was one and now is six. Then you add countries like Andorra, Faroe Islands and San Marino and suddenly three out of four games are of no interest. Les goal.com
Barcelona loyvir ikki Ronaldhino at fara til OL
Hetta hóast hann er úttikin til brasilska landsliðið. Í staðin skal hann møta til venjing í Barcelona. Les spn.dk
Danskur OL kandidatur bukaður av hooligans
Morten Jensen var tíverri ov nær Brøndby stadium tá ið veldugt rok bleiv millum Brøndby og FCK. Ein 14 ára gamalur varð illa brendur á stadium, og Flemming Østergaard skammar seg. Les eb.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 21 tímar síðani
1 vika 1 dagur síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 3 tímar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 2 dagar síðani
4 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 3 dagar síðani
5 vikur 6 dagar síðani
9 vikur 3 dagar síðani