FinePix REAL 3D W1 tekur mynd við tveimum fotolinsum í senn, og kann so seta hesar saman til 3D mynd á sínum egna flatskermi, ella á serliga FinePix READ 3D V1 framvísararnum. Les gizmag.com
foto
Facebook og MySpace goyma tínar strikaðu myndir
Trygdargranskarar á Cambridge University sendu somu mynd upp til 16 fototænastur, noteraðu sær leinkið til myndina og slettaðu hana so aftur. Flickr, Photobucket, Orkut og Windows Live Spaces vístu beinanvegin onga mynd á viðkomandi leinki, meðan tað tók longri tíð á t.d. Blogger og Picasa. Facebook og MySpace høvdu einki slettað sjálvt eftir 30 døgum. Les mashable.com
Heimsins skjótasta myndatól tekur 6 mió myndir í sekundið
Granskarar á UCLA í USA hava mennt eitt myndatól sum við hjálp av lasaraljósi kann taka so mikið títtar myndir, at teir t.d. kunnu brúka tað til at kanna streymandi blóð fyri krabbamein. Les ing.dk
Nú kennir myndatólið andlitini aftur, sum tú tekur mynd av
Um tú tekur nóg nógvar myndir av sama andlitið við Panasonic Lumix DMC-FX580 og Lumix DMC-ZS3, so spyr fototólið um tað skal goyma viðkomandi í andlitsdátugrunninum. Soleiðis at tólið framyvir stillar seg inn til at júst viðkomandi verður klárast á myndini. Les ing.dk
Eye-Fi SD kort nú eisini við geotagging uttan GPS
Snilt, tey brúka 'WiFi triangulering' til at rokna út hvar minniskort er í verðini, so at tú kanst fáa sjálvvirkandi skrásett hvar fotomyndin varð tikin. Les wired.com
Topp 10 myndir frá rúmdini av
Tær eru rættiliga vakrar. Les nasa.gov
Nýggjur 3D myndaflís mátar frástøðuna til alt sum tú tekur mynd av
Hetta kann eftir øllum at døma brúkast til m.a. at fáa betri náttarmyndir. Les ing.dk
Éin mynd ov nógv kann oyðileggja allar á flash kortinum
'Recovery' fyritøkan IBAS Danmark fær regluliga umbønir um at endurskapa dáta av flash kortum, tí at onkur kom til at taka eina mynd ov nógv við digitala fototólinum. Men myndirnar kunnu ikki bjargast tá, og IBAS mælir yvirhøvur til at man ikki goymir vital dáta á flash kortum. Les version2.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 13 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 2 tímar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 20 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani