Hon hevur nú verið í geglinum í næstan 6 mánaðir, fyri at hava logið í rættinum um hvussu vítt hon hevði dopað seg. Sjeikurin Tim Montgomery (eisini fyrrverandi rennari) fekk 4 ár. Les eb.dk
frælsur ítróttur
Eyka doping-straff til Marion Jones
Øll hennara úrslit síðani 2000 eru longu strikað úr søgubókunum, men hartil skal hon nú gjalda tær 3,5 mió krónur aftur sum hon hevur fingið í pengapremium, umframt at liðfelagar hennara í stafettunum eisini missa sín heiður. Les eb.dk
Marion Jones viðgongur doping
Hon skal hava skrivað bræv til familjuna har hon sigur seg havað verið dopað við anabolskum steroidum á OL í Sydney ár 2000, og biður um umbering. Les jp.dk
Eru protesur at rokna sum ólóglig hjálp í renning ?
Suðurafrikanski Oscar Pistorius rann fyri tveimum árum síðani 200 metrar á 21.34, sum er sama tíð sum heimsmetið hjá kvinnum, og trýkvart sekund frá OL-kravtíðini tá. 'Trupulleikin' er bara, at beinini vórðu skorðin av undir knænum tá ið hann var eitt ára gamalur, og hann tí rennur við nøkrum heilt serliga góðum 'Cheetah' protesum frá fyritøkuni Ossur (Øssur?) í Íslandi. Les wired.com
Í amerikanskum fótbólti hevur doping minni týdning
Amerikanski rennarin Justin Gatlin fekk í vár dopingdóm, so at hann ikki fær luttikið aftur í frælsum ítrótti fyrr enn ár 2014. Men um man kann vinna olympiskt gull á 100 metrum, so er man eisini góður nokk til at byrja at venja við Houston Texans, líka mikið um man ikki hevur spælt fótbólt síðani skúlatíðina, ella hevur ein dopingdóm sitandi á sær. Les jp.dk
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 20 tímar síðani
6 vikur 1 dagur síðani
6 vikur 5 dagar síðani
7 vikur 4 dagar síðani
7 vikur 4 dagar síðani
8 vikur 6 dagar síðani
9 vikur 11 tímar síðani
13 vikur 5 tímar síðani
13 vikur 1 dagur síðani
13 vikur 1 dagur síðani