Ein 26 ára gamalur maður misti fartelefonina niður í vesið á einum fronskum toki, og varð so sogin fastur tá ið hann vildi taka hana upp aftur. Mátti fáa brannmenn at skera seg leysan aftur, og so taka vesið við á skaðastovuna. Ups. bbc.co.uk
frakland
Kom til at skjóta 17 fólk tí har ikki var leyst krút í byrsuni
Ein franskur soldátur skuldi skjóta inn í mannamúgvuna av áskoðarum til eina militerparadu í Carcasonne, tá ið tað vísti seg at har vóru veruligar patrónir í byrsuni. Minst eitt barn og 3 onnur í lívsvanda. Les eb.dk
Hundurin skilti bara franskt
Ein hundur var fangaður í eini kloakk í Onglandi, og bjargingarfólk royndu tí so frætt sum tey dugdu at fáa hann upp aftur. Men tað riggaði fyrst tá ið eigarin kom, og kundi fortelja teimum at hundurin bara skilti franskt. Les jp.dk
Ílegubroyttur matur gav livraskaðar
Ein franskur granskingarbólkur staðfesti at 'genmodifiserað' majs viðførdi broytingar í livur og nýru á rottum, men framleiðarin Monsanto lat sum luft. Hetta slag av majs er í dag góðkent til nýtslu sum fóður og matur, men Greenpeace berjist nú fyri at fáa loyvið trekt aftur. Les ing.dk
Wenger heldur lítið um Frakland-Føroyar dystir
Áhugavert resonnement hjá Arsenal-venjaranum Arsene Wenger: There are two underlying reasons for having competitions between national sides: either to present an elite form of football, which you don't see at club level, or to flatter patriotism. For me, the first option - at least in 90% of cases - just doesn't exist. I'm sorry, but when France play the Faroe Isles, for example, I just don't see where the football interest lies. Les sport.scotsman.com
Japanarar sjokeraðir av París og fraklendingum
Vit her norðuri eru kanska fyrireikað uppá (ella sjálvi líka ógestablíð sum) fraklendingar. Men fyri teir kurteisligu japanararnar er veruleikin so sjokerandi ørvísi enn glansibílætið 'París', at einir 12 mugu í viðgerð hjá sálarfrøðingini árliga, harav ein triðingur fær tað betri, ein triðingur fær tilbakarfall, og ein triðingur líður av regulerum psykosum. Í Japan er kundin kongur, men í París eru tað bara taskutjóvarnir sum tíma at skeita teirra veg. Les jp.dk
Tess meira vekt, tess minni IQ ?
Franskir vísindamenn hava staðfest at tess feitari fólk eru, tess verri er teirra IQ. Teir filosofera so um hvussu vítt fitin leggur seg í æðrarnar í heilanum; men sum onkur sigur her í Slashdot, so kann talan kanska eisini verða um 'hønan og eggið'... at minni skilagóð fólk hava lyndi til at gerast tjúkri:
http://science.slashdot.org/article.pl?sid=06/10/15/1752252&from=rss
Les telegraph.co.uk
Skúlagenta í Lyon steinað fyri at eta snack undir Ramadan
Ein tannáringur í Lyon í Suðurfrankaríki varð nú 4. oktober sambært lokalu avísini Le Progres steinað av floksfelagum, tí at hon át okkurt góðgæti undir Ramadan. Les westernresistance.com
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 13 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 2 tímar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 20 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani