geymi

Ikki bara hála geyman ella harðdiskin úr stikkinum

Um privatpersónar missa dáta av geyma ella harðdiski, so skyldast tað í 20% av førunum, at tey hava bara hálað geyman ella harðdiskin úr USB-stikkinum, uttan fyrst at 'avmontera' í stýriskipanini. Dátaini eru tá oftast ikki vekk, men 'bara' ikki skrásett at liggja í goymsluni. Og loysnin er tá at brúka serlig amboð til at finna tey aftur, áðrenn nakað sum helst verður goymt afturat á lutinum. Les version2.dk

24 góð amboð til geyman

Sovorðið sum TrueCrypt, til at tryggja at eingin óviðkomandi kann koma at tíni dáta. IrfanView til at viðgera myndir við. Og alt møguligt annað, við fokus á at kunna hjálpa øðrum við teirra teldu, á staðnum. Les downloadsquad.com

Tað var ein geymavirus sum rakti altjóða rúmdarstøðina, so sløkk fyri 'autorun'

Sum tit kunnu lesa her á cnet.com, so var tað ein telduormur kallaður "W32.TGammima.AG" sum inficeraði altjóða rúmdarstøðina herfyri, og hann spjaðist altso gjøgnum teir geymar sum verða fluttir millum teldur. Her er ein vegleiðing í hvussu man kann umganga hetta.

Éin mynd ov nógv kann oyðileggja allar á flash kortinum

'Recovery' fyritøkan IBAS Danmark fær regluliga umbønir um at endurskapa dáta av flash kortum, tí at onkur kom til at taka eina mynd ov nógv við digitala fototólinum. Men myndirnar kunnu ikki bjargast tá, og IBAS mælir yvirhøvur til at man ikki goymir vital dáta á flash kortum. Les version2.dk