Google hevur her í vikuni sett í verk eina Skype-líknandi telefontænastu í Gmail, so at til ber at ringja til fartelefonir og fastnetstelefonir um allan heim. Alt 2010 kostar tað einki at ringja til telefonir í USA og Kanada, og prísirnir aðrastaðni eru eisini avbera lágir, til dømis $0.02 ella umleið 12 oyru um minuttin at ringja til danska fastnetstelefon, og $0.19 ella umleið 1.11 krónu um minuttin at ringja til danska fartelefon. Til samanberingar eru standardprísirnir hjá Føroya Tele og Vodafone minst 1.45 krónu um minuttin at ringja úr Føroyum til danska fastnetstelefon, og minst 3.45 krónu um minuttin at ringja til danska fartelefon, pluss uppringingargjald.
gmail
Gmail verður nú meira 'sosialt' við Google Buzz
Google hevur í dag lanserað Google Buzz, ið er eitt slag av Twitter til títt Gmail. Sí video.
GPhotoSpace ger tína Gmail kontu um til eitt myndasavn
Firefox-víðkanin GPhotoSpace ger tað lætt at hava myndir goymdar á netinum, og kunna býta tær út til vinfólk, við hjálp av Gmail. Les lifehacker.com
Gmail veksur til 6 ókeypis GB pr brúkara
Goymsluplássið á teimum ókeypis e-mail-kontounum hjá Google Mail fer komandi mánaðirnar at vaksa úr umleið 3 GB til 6 GB. Tey sum gjalda fara úr 10 GB til 25 GB. Les lifehacker.com
Nú kunnu vit øll fáa Gmail kontur
Google hevur latið upp fyri telduposttænastuna Gmail, soleiðis at har ikki longur krevst ein innbjóðing til at fáa eina konto. Tvs um man býr í Evropa, Miðeystri, Afrika, Brasil, Avstralia, Russland ella Japan. Les googlesystem.blogspot.com
Ein java Gmail-klientur til fartelefonina
Til nú hevur Google viðmælt at brúka t.d. Opera Mini og eina serliga útgávu av gmail-heimasíðuni kallað mail.google.com/m til at lesa teldupost á fartelefonini. Men nú hava tey so gjørt eitt deciderað forrit til fartelefonina, sum ikki krevur ein kaga til at kanna teldupost. Les ing.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 14 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 3 tímar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 21 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani