Skotsk vísindafólk leitaðu herfyri eftir ódjórinum Loch Ness, men funnu bara hundratúsundavís av golfbóltum. Ein stórur trupulleiki í sær sjálvum, við tað at ein golfbóltur tekur millum 100 og 1000 ár at niðurbrótast, við stórum útláti av tungmetallum sum fylgi. Tað verður mett, at einir 300 milliónir golfbóltar vera burturmistir ella blakaðir burtur um árið, bara í USA. Les cnn.com
golf
Golf-keppurin skilir talu, nýtir GPS og teskar ráð í oyrað
Hesin tøkniligi keppur hevur innbygt GPS og kort yvir golfbanarnar, og man kann so ganga og biðja hart um strekki til flaggið, bunkaran osfr. Les gpsgazette.com
Tiger Woods er ein sjálvstøðugur búskapur
Golf-spælarin Tiger Woods hevur sambært Forbes tjent 510 milliónir krónur seinastu 12 mánaðirnar, og er harvið heimsins best lønta ítróttarfólk. Hartil ávirkar hann økini so nógv har hann vitjar og kappast, at búskaparfrøðingar nú kalla hann eitt 'umvandrandi økonomiskt episentur'. T.d. fingu Ongland og Írland 1,9 mia krónur meira í inntøku av at hann kappaðist í Ryders Cup.Les jp.dk
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 9 tímar síðani
5 dagar 18 tímar síðani
2 vikur 3 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 6 tímar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 3 dagar síðani
9 vikur 1 dagur síðani