google

Google Body er nú (open-source) Zygote Body

3D-modellið Google Body var upprunaliga eitt av hesum sjálvvaldu projektunum sum starvsfólk á Google sleppa at brúka 20% av sínari arbeiðstíð til at spæla við, og varð so síðani avviklað aftur at Google sjálvum í fjør. Nú er kotan latin út til øll at nýta sum 'open source' sí t.d. www.zygotebody.com. Les Open Source at Google

Google lanserar YouTube for Schools

YouTube for Schools er eitt serligt úrval av videoum sum KT-vørðar kunnu loyva á skúlunum, til at geva skúlabørnunum atgongd til YouTube EDU videoir við skúlaligum innihaldi, uttan at risikera at tey enda á meira óhóskandi tilfar. Les makeuseof.com

Google Maps til Android kann nú vísa veg innandura

Google Maps til Android hevur nú í nýggjastu útgávu (6.0) fingið eina funku, so at tú kanst zooma inn og síggja kort innandura, um tú ert í einum bygningi kortlagdur av Maps. Les Lifehacker

Google Maps vísir nú veðrið eisini

Tað er ikki so lang tíð síðani at tey aktiveraðu beinleiðis ferðsluupplýsingar í til dømis Danmark, og nú ber so til at fylgja við veðrinum eisini, enntá við veðurforsøgnum. Les The Official Google Blog.

Gmaps Weather

Google+ skal kappast ímóti Facebook

Google er nú á veg við eini 'sosialari' tænastu kallað Google+, sum týðiligvís skal kappast við Facebook, millum annað við at gera tað lættari at hava fleiri áhugabólkar, og við í mun til Facebook at bjóða fólki at lætt fáa øll síni dáta út, um ein ynskir at fara við teimum aðrastaðni. Les version2.dk

Google bjóðar nú leiting eftir ávísari mynd

Sum tey skriva her á PetaPixel, so kann tað millum annað nýtast til at kanna hvar myndir hjá einum verða brúktar á internetinum.

Google fer nú at leiga út teldur við Chrome OS

Google kunngjørdi í gjár á stóru Google I/O ráðstevnuni í San Francisco, at tey frá 15. juni fara at leiga út Cromebooks við Chrome OS, fyri 23 dollarar um mánaðin til fyritøkur og 20 dollarar um mánaðin til útbúgvingarstovnar. Til ber eisini at keypa sær eina, har Samsung og Acer nú kunngera hvør sína útgávu, við uppstart uppá 8 sekund og mesta av innihaldinum 'í skýnum'.

Ger tíni egnu kort við Google Earth Builder

Google er nú ávegis við eini nýggjari tænastu kallað "Google Earth Builder", sum fer at gera tað gjørligt at senda upp, viðgera og goyma egin kortdáta í Google skýnum. Kortini kunnu byggja uppá alt tað sum Google longu hevur skrásett í Google Earth og Maps, og automatisk vera tøk allastaðni har internet er, á farteldum, arbeiðsplássi, fartelefonum og so framvegis. Les

Nú kanst tú ringja til alla verðina úr Gmail

Google hevur her í vikuni sett í verk eina Skype-líknandi telefontænastu í Gmail, so at til ber at ringja til fartelefonir og fastnetstelefonir um allan heim. Alt 2010 kostar tað einki at ringja til telefonir í USA og Kanada, og prísirnir aðrastaðni eru eisini avbera lágir, til dømis $0.02 ella umleið 12 oyru um minuttin at ringja til danska fastnetstelefon, og $0.19 ella umleið 1.11 krónu um minuttin at ringja til danska fartelefon. Til samanberingar eru standardprísirnir hjá Føroya Tele og Vodafone minst 1.45 krónu um minuttin at ringja úr Føroyum til danska fastnetstelefon, og minst 3.45 krónu um minuttin at ringja til danska fartelefon, pluss uppringingargjald.

Nú kunnu øll gera 'apps' til Android

Google lanserar í dag Google App Inventor, ið sambært teimum sjálvum skal gera tað gjørligt hjá okkum øllum at forrita til Android, uttan at duga at forrita. Tey hava sambært The New York Times testað skipanina millum skúlabørn og lesandi uttan teld sum serfak, har onkur til dømis megnaði at gera eitt forrit sum sjálvvirkandi svarar SMS tá ið hann koyrdi bil. Les mashable.com