Google Chrome OS

Google Chrome OS teldur koma í 2011

Fólk hjá Google siga, at Chrome OS teldur verða sera tryggar og nærum ógjørligar hjá teldusníkum at bróta. Teldurnar verða skjótar og lættar á netinum, men Google Docs, spøl og apps rigga eisini uttan netsamband. Man kann ómakaleyst skifta millum Wifi og 3G. Royndarteldan Cr-48 kann koyra 8+ tímar á battarí ella liggja í dvala í 8+ dagar.

Google Chrome OS stýriskipanin avdúkað

Google hevur í dag avdúkað hvussu tey ætla at Google Chrome OS stýriskipanin skal verða. Ein stýriskipan grundað á Linux og Google Chrome kagan, sum fyrst og fremst fær teg skjótt á internetið, og har tú síðani arbeiðir í kaganum, við goymslu av øllum á internetinum. Geymar og tílíkt eru fanabløð í kaganum, og minnið hjá telduni verður bara brúkt til at fáa tað heila at koyra so skjótt sum gjørligt. Stýriskipanin er serliga ætlað til smáar 'netteldur', bootar uppá 7 sekund, og er longu frígivin sum 'open source'. Les t.d. lifehacker.com og version2.dk