google earth

Ger tíni egnu kort við Google Earth Builder

Google er nú ávegis við eini nýggjari tænastu kallað "Google Earth Builder", sum fer at gera tað gjørligt at senda upp, viðgera og goyma egin kortdáta í Google skýnum. Kortini kunnu byggja uppá alt tað sum Google longu hevur skrásett í Google Earth og Maps, og automatisk vera tøk allastaðni har internet er, á farteldum, arbeiðsplássi, fartelefonum og so framvegis. Les

Nú eru trø í Google Earth

Nýggja Google Earth 6 hevur fingið sett inn eini 60 milliónir trø í býum sum San Francisco, Tokyo, Athen og Chicago. Eftir øllum at døma rættiliga nágreiniliga eisini. Les lifehacker.com.

Google Earth 5.2 vísir m.a. hæddarprofil av rutuni

Google Earth minnir meira og meira um grafikkin í sjónvarping frá Tour de France, nú man kann endurspæla sína rutu, síggja hæddarprofil í myndini, og hekta puls-mátingar og líknandi upp í vísingina. Les google-latlong.blogspot.com

Keypmannahavn er nú í 3D á Google Earth

Google hevur valt at lata Keypmannahavn verða ein av fystu býum uttanfyri USA, sum nú hevur fingið fullu 3D viðgerðina í Google Earth. Les version2.dk

Gamla Rom sæst í 3D í Google Earth

Hetta eru eitt sindur gomul tíðindi, men áhugavert allíkavæl. Far á earth.google.com, tak niður Google Earth og vel lagið "Ancient Rome 3D".

Danmark nú í 3D

Danmark er nú fyrsta land í heiminum har allir bygningar eru endurgjørdir í 3D á teldu, at brúka t.d. í Google Earth. Les newz.d

Google Earth fer nú at síggja lutir sum eru 0,17 fermetrar til støddar

Tey senda ein fylgisvein út í rúmdina, nú um tveir dagar, sum fer at gera hetta møguligt. Og nú eru tey á markinum fyri hvat amerikanska stjórnin vil loyva Google at vísa. Les newz.dk

Hágóðskumyndir av Norðurstreymoy og -eysturoy á Google Map

Nýggjar hágóðsku loftmyndir av Norðurstreymoy og -eysturoy eru komnar á Google Map og Google Earth. Eisini ber til at síggja panoramio myndir beinleiðis á Google Map. Les maps.google.com

Nú fer Google Earth at kunna síggjast í kaganum eisini

Google hevur givið út eitt browser plugin, so at øll á Windows teldum nú kunnu síggja Google Earth beinleiðis í kaganum, heldur enn at skula leggja inn ein eyka klient. Les oreilly.com

Google Sky á netinum

Google Earth hevur havt rúmdarkort í umleið eitt hálvt ár, men nú kanst tú so eisini brúka Google Sky beinleiðis í kaganum. Leita eftir eini gongustjørnu, síggj flottar myndir av Hubble og annað, og skift ímillum vanlig eygu, infrareytt, mikrobylgju o.a. Les downloadsquad.com