google maps

Google Maps til Android kann nú vísa veg innandura

Google Maps til Android hevur nú í nýggjastu útgávu (6.0) fingið eina funku, so at tú kanst zooma inn og síggja kort innandura, um tú ert í einum bygningi kortlagdur av Maps. Les Lifehacker

Google Maps vísir nú veðrið eisini

Tað er ikki so lang tíð síðani at tey aktiveraðu beinleiðis ferðsluupplýsingar í til dømis Danmark, og nú ber so til at fylgja við veðrinum eisini, enntá við veðurforsøgnum. Les The Official Google Blog.

Gmaps Weather

Ger tíni egnu kort við Google Earth Builder

Google er nú ávegis við eini nýggjari tænastu kallað "Google Earth Builder", sum fer at gera tað gjørligt at senda upp, viðgera og goyma egin kortdáta í Google skýnum. Kortini kunnu byggja uppá alt tað sum Google longu hevur skrásett í Google Earth og Maps, og automatisk vera tøk allastaðni har internet er, á farteldum, arbeiðsplássi, fartelefonum og so framvegis. Les

Brúktu Twitter og Google Maps til at lokalisera spreinging

Í Oregon staðfestu tey herfyri hvar ein spreinging var hend, við at Twitter brúkarar á einum Google Map lýstu, hvussu væl tey hoyrdu spreingingina, alt eftir hvar tey vóru stødd tá ið spreingingin hoyrdist. Les readwriteweb.com

View PDXBOOM in a larger map

Nú eisini myndir og video og Wikipedia á Google Maps

Eyka knøttar eru komnir á Google Maps, so at tú kanst velja at síggja myndir og lesa um økið sum tú hyggur at. Summar myndir eru enntá videoir av YouTube. Og har er eisini ymiskt úr Føroyum. Les makeuseof.com

Google Maps til fartelefonir kann nú staðfesta hvar tú ert, uttan GPS

Um tú hevur eina fartelefon sum kann koyra Google Maps, og eina 'data plan' frá televeitaranum, so kanst tú nú sambært Google fáa at vita tína plasering á klótuni. Tey brúka ikki GPS men fartelefon-antennurnar til at staðfesta plaseringina. downloadsquad.com

US Navy umbyggir bygning vegna Google Maps

Tey uppdagaðu longu undir byggingini í 1967, at bygningurin sæð frá luftini líktist í so nógv einum swastika (Hitler merki). Men valdu at lata standa til, tí so fá sóu bygningin uppi frá. Til nú. Les msnbc.msn.com

Google Maps avdúkar nýtt slag av kinesiskum kavbáti

Stjórin á Nuclear Information Project for the Federation of American Scientists metir seg hava avdúkað eitt nýtt slag av kinesiskum kjarnorku-kavbáti. Les slashdot.org

Google Maps og Earth broyta mátan vit síggja heimin

Opinleikin í Google Maps og Google Earth ger at sjálvt ein 12 ára gamalur kann hjálpa til við at kortleggja okkurt sum hevur serligan áhuga hjá honum, og kanska enntá bjarga lívum sum í verkætlanini Crisis in Darfur Les wired.com

Ger tíni egnu Google Maps við Google Maps maker

Tað hevur leingi borið til at gera síni egnu Google kort yvir til dømis vertshús í Føroyum, við tí tey kalla Google Maps API. Men er tað enn lættari, við tað at Google hevur lanserað 'Google Maps Maker', har tú kanst gera slík kort beinleiðis á Google Maps (trýst á My Maps) Les gigaom.com