google phone

So er Googlephone'in her

Google Nexus One minnir um Apple iPhone, men er eitt sindur minni og lættari, hóast skermurin er væl størri (480x800 pixlar, heldur enn 480x320 pixlar). Stýriskipanin er nýggja 2.1 útgávan av Google Android 2.1, grundað á Linux, sum saman við einum sterkum Snapdragum processara ger at fartelefonin er avbera skjót. Myndatólið hevur 5 megapixlar, sum er brúkiligt í mun til bara 3 megapixlar í eini iPhone. Og so kostar hon umleið helvtina av eini iPhone, í teimum londum har tey sleppa at keypa eina. Les t.d. version2.dk

Google Phone kemur (kanska) um ein mánaða

Talan er um eina HTC fartelefon við 5,8 tumma skermi (Apple iPhone hevur 3,5 tummar), 3 megapixel fototól, 3G og QWERTY tastaturi. Les newz.dk

NÚ kemur GPhone (siga tey aftur)

Slaturin er aftur ógvusligur um væntaðu GPhone frá Google, ein fartelefon við serligum atliti at online tænastunum hjá Google (GMail,GMaps osfr). Tey siga nú at hon kemur um tvær vikur, í Evropa og USA í senn. Les pcworld.com

Er Google telefonin á veg?

Slaturin er øgiligigur, og nú er eisini mynd av (tí møguliga) djórinum. Sær út sum ein Apple iPhone, sum øll tó vóna verður væl bíligari og full við Google tøkni. Les crunchgear.com