gps

Brasil fer at telja fólkið upp við fartelefonum

The Brazilian Institute of Geography and Statistics (IBGE) hevur keypt inn 150.000 LG 750 GM fartelefonir við GPS, ið tey ætla at nýta til fólkateljing í landinum. Ein fyrimunur er GPS-funkan, sum tey ætla at nýta til nágreiniliga at staðfesta hvar hvørt einstaka húsarhald býr. Les pbahra.com

Nú skal Dylan mumla GPS vegleiðingarnar

Bob Dylan er sambært telegraph.co.uk í samráðingum við fleiri GPS framleiðarum, um at gerast rødd í teirra GPS skipan. “I think it would be good if you are looking for directions and you heard my voice saying something like, ‘Left at the next street.... No, right... You know what? Just go straight". Men hann er ikki tann einasti, tú kanst eisini longu fáa Homer Simpson ella John Cleese sum rødd í bilinum.

GPS kann gerast meira ónøjagtigt í 2010

Trupulleikin er opinbart at amerikumenn skulu tit at skifta fylgisveinarnar út, samstunds sum tey skulu yvirhalda budgett, og at man tí risikerar at summir fylgisveinar verða óvirknir áðrenn teir nýggju koma í staðin. Les tidbits.com

Eye-Fi SD kort nú eisini við geotagging uttan GPS

Snilt, tey brúka 'WiFi triangulering' til at rokna út hvar minniskort er í verðini, so at tú kanst fáa sjálvvirkandi skrásett hvar fotomyndin varð tikin. Les wired.com

Live Maps knappliga nógv betri

Nú kanst tú síggja útvaldar býir í 3D fuglaperspektiv, lesa út rutur o.t. til GPS tól, fáa betri ferðsluupplýsingar, abonnera við RSS uppá alt sum verður lagt afturat í einum ávísum øki, gera 3D videoguidir av rutum í 1920x1080 (30 fps) at leggja á aðrar heimasíður, og annað. Alt beinleiðis í IE6, IE7 og Firefox 2 á Windows. Sí Live Maps. Les arstechnica.com

Ein GPS fartelefon til hundin

Pets Call frá PetsMobility ger tað gjørligt at 'geofence'a hundin til eitt øki, so at hann fær elektriskan stoyt um hann fer út um mark, umframt at tú við GPS altíð kann finna hann, og stýra hann heim við innbygdu fartelefonini. Les epn.dk

Garmin nüvifone er nüvi við fartelefon

Burtur úr ongum kemur Garmin nú við eini iPhone-líknandi 'smartphone', sum er teirra vælkenda nüvi GPS navigatiónstelda við fartelefon og touchscreen, tráðleysum interneti og øðrum hentleikum. Les engadget.com

Skjótt fara fototólini at hava GPS eisini

Tøknin finst longu, til at fáa skrásett við myndina akkurát hvar hon varð tikin. Men avmarkingin hevur til nú verið at GPS-funkan kravdi so nógvan streym, at tað loysti seg illa. Les ing.dk

10 tøknilig frambrot sum fara at broyta títt lív

Hvussu fer títt lív at síggja út um 20-30 ár? LiveSciences gevur sítt boð, sum tó á summum 'punktum' bara er ein víðarimenning av tí vit longu hava (serliga viðvíkjandi internetið og GPS). Men OK, gentøkni og kloning verður nakað nýtt :-) Les fpn.dk

Russisk GPS skipan verður klár í 2009

Tey vilja við GLONASS verkætlanini umganga at verða avhengig av amerikansku GPS skipanini. Les newz.dk