gransking

Fimti hvør granskari dopar seg

Ein online kanning hjá tíðarritinum Nature bendir á at fimti hvør granskari tekur evni sum Ritalin, Provigil, Beta-blokkarar og Adderall, til at økja um konsentratiónina ella styrkja um minnið. Hetta eru evni sum høvdu verið doping í ítrótti. Les ing.dk

Web 2.0 er gott fyri granskingina

Granskarar brúka meira og meira YouTube, bloggar og 'wiki' til at býta út sína vitan, og fáa harvið lættari aftursvar frá øðrum granskarum og vanligum fólkum. Les ing.dk

Um tú livir um 20 ár, so fert tú møguliga at liva í ævir

Tað gongur so skjótt við granskingini innan elli, at tey longu nú vænta at helvtin av 'baby-boomarunum' (t.e. tey sum eru fødd í 40'unum til 60'ini) fara at liva til teir eru 100, og fara at kunna liva heilt upp í 120 til 150 ár. Les viewzone.com

Granskingin í Russlandi langt frá støðinum fyrr

Einir 25.000 russiskir granskarar eru fluttir úr landinum síðani múrurin fall, og aðrir 30.000 gera hvørt ár sáttmálar við útlendskar granskingarstovur ella fyritøkur. Trupulleikin er her ikki bara neyðug amboð og umhvørvi, men basal ting sum at fáa nóg nógva løn til at gjalda húsaleiguna við. Les ing.dk

Baader-Meinhof fænomenið er bara heilin sum leitar eftir mynstrum

Vit kenna tað nokk øll: Man hoyrir okkurt nýtt og gjarna løgið við stuttum millumbili, og undrast so á um tað kann vera tilfeldigheit. Men tað er tað, og tað løgna er bara hvussu heilin heilt skjótt sær eitt mynstur, og roynir at fáa samanhang millum tilfeldigheitirnar. Les damninteresting.com

Nú koma kanska táknurnar til menniskju

Vísindafólk granska hvussu okkurt slag av billum kann heinta luft úr vatninum við 'super-vatnavvísandi hárum'. Vatnið verður opinbart avvíst so mikið nógv, at har verður eitt luftlag ímillum billuna og vatnið, sum billan so kann anda. Les msnbc.msn.com

Reinsa dálkaða jørð við ultraljóði

Avstralsk vísindafólk hava mennt ein máta at reinsa jørð fyri pesticidum o.t., við fyrst at væta jørðina og síðani útseta hana fyri ultraljóð. Tey klára við royndaruppstillingini 1/2 tons um dagin; men ein størri installatión skuldi lættliga kunnað klárað fleiri tons um døgnið. Les ing.dk