hagtøl

Valstøð litaði eftir størstu flokkar

Her eru tvey kort av valstøðunum í Føroyum, sum eru litaði eftir hvørjir flokkar fingu flestar atkvøður í valstøðunum eftir løgtingsvalið í 2011 og 2008. Fólkaflokkurin er grønur, Sambandsflokkurin er bláur, Javnaðarflokkurin er reyður, Sjálvstýrisflokkurin er appelsingulur, Tjóðveldi er gulur, Framsókn er ljósareyður og Miðflokkurin er violettur. Har tveir flokkar hava fingið eins nógvar atkvøður, fær tann flokkurin, ið hevur haft størstu framgongd ella minsta afturgongd, litin.

2011 2008

Løgtingsvalúrslit 1906-2008

Á grafinum eru løgtingsvalúrslit frá 1906 til og við 2011. Tilber at velja úrslit fyri hvørt valdømi á ý-ásini til vinstru. Gev gætur at smærri flokkar og uttanflokkalistar eru ikki taldir við her.

Hoyvík yvirhálar Klaksvík og Suðuroy um 5-10 ár

Íbúgvatalið í Hoyvík er farið úr 888 til 3635 tey seinastu 25 árini. Heldur vøksturin fram fara fleiri fólk at búgva í Hoyvík enn í Klaksvík ella Suðuroy um eini 5-10 ár.

Kvinnur í fiskiskapi

Yvirlitið yvir lønargjaldingar frá 2000 og fram til í dag, sum er at síggja á hagstova.fo, vísir nógv øktar lønargjaldingar til kvinnur í vinnugreinini fiskiskapur.
Lønargjaldingarnar í 2000 vóru 12,5 mió. kr., og tær eru øktar til 27,8 mió. kr. í 2006.
Um ein miðalinntøka verður mett til einar 250-300.000 kr, er talið í 2006 einar 90-100 kvinnur.
Men tað er í skrivandi løtu óvist, hvat miðalinntøkan fyri kvinnurnar er. Les hagstova.fo

Føroyar nr 5 í heiminum, tá tað kemur til internet-nýtslu

MaltaMedia sigur frá hagtølum hjá International Telecommunication Union, at Føroyar eru nr 5 í heiminum, tá ið tað kemur til lutfall av íbúgvum sum fara á internetið minst eina ferð um vikuna. Hjá okkum eru tað 68 av 100 íbúgvum, meðan New Zealand er nr 1 við 79.3 av 100, og nr 2-4 eru ávikavist Ísland (76.3), Svøríki (75) og Malta. Meðaltalið í heiminum er 18.4 av 100. Hagtølini vísa, at tað eru serliga isolerað lond sum hava høga internet-nýtslu. Les maltamedia.com