Eitt nýtt slag av fótleinki skal geva tí harðskapsdømda møguleika at ferðast frítt umkring, so leingi sum hann (ella hon) ikki kemur nær at sínum offri. Fyrimunurin er at hann (ella hon) tá m.a. kann røkja sítt arbeiði betur. Les ing.dk
harðskapur
Hoydal bukaður í Bergen
Onkur fullur føroyingur sló hann eftir øllum at døma tí hann stóð á skeivum stað. Við mynd. Les portal.fo
Íbúgvar í St. Louis fingið kamera til at filma løgregluna við
Ein long røð av klagum um harðskap hjá løgregluni hevur viðført, at American Civil Liberties Union hevur givið fólki á gøtuni videokamera, so at tey kunnu filma tá ið politistarnir gera ljótt. Les therolladailynews.com
Nú er forboðið at filma harðskap í Fraklandi
Einans professionellir journalistar mugu í framtíðini filma harðskap í Fraklandi, í eini roynd at basa 'Jackass' og 'happy slapping' fænomenunum, har fólk arrangera harðskap fyri síðani at filma hann og leggja hann á internetið. Kritikarar halda at lógin er alt ov umfatandi, við tað at hon eisini forbjóðar t.d. at filma harðligar løgreglumenn. Les wired.com
Danskur frítíðarskúli forbjóðar knív í Counter-Strike
Á Sabro frítíðarskúla nær Århus sleppa børn í 4. flokki og eldri at spæla skjótispælið Counter-Strike upp til 2 tímar um vikuna... men tey mugu ikki brúka knív. Knívur er eftir øllum at døma verri enn byrsur, hondgranatir, flammukastarar, ... Les newz.dk
Yvirlivdi (væl) hóast maðurin skeyt hana 6 ferðir í høvdið
Ein brasiliansk kvinna varð útskrivað leygardagin (vælsagtans sum 'frísk'), éitt døgn eftir at maðurin hevði skotið hana 6 ferðir í høvdið. Skurðlæknin sigur seg ikki skilja hvussu skølturin steðgaði skotunum, so at kúlurnar ikki fóru inn í heilan. Les eb.dk
Neyðtøkuoffur dømt 90 pískasløg í Saudi Arabia
Ein saudiarabisk kvinna er dømd 90 pískasløg eftir at hava verið hópneyðtikin av 4 monnum, 'tí hon var einsamøll í bili saman við manni sum hon ikki var gift við'. Teir fýra mennirnir hava fingið ávíkavist 1000 pískasløg og fimm ára fongsul, 800 pískasløg og 4 ára fongsul, 350 pískasløg og 4 ára fongsul, og 80 pískasløg og eitt ára fongsul. Les jpost.com
Bretland innførir fingramerkis-scannarar á pubbum
Endamálið verður her sagt at verða longu í hurðini at lúka út teir sum verða 'óðir í brennivíni'. Men man skuldi væl trúð at tey eisini høvdu áhuga at fáa lúkað út neyðtøkumenn, rúsevnisseljarar, lummatjóvar, fólk ið koyra ávirkað, osfr. Les theregister.co.uk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 1 dagur síðani
1 vika 1 dagur síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 8 tímar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 2 dagar síðani
4 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 3 dagar síðani
5 vikur 6 dagar síðani
9 vikur 4 dagar síðani