havið

Vatnstøðan í høvunum fer at vaksa minst 2 metrar

Serfrøðingurin Stefan Rahmstorf sigur at tað ikki longur slepst undan at heimshøvini vaksa minst 2 metrar, um so vit í morgin hildu fullkomiliga hildu uppat at lata út CO2. Minst 1 metur í hesi øld, upp í minst 2 og kanska 5 metrar yvir 300 ár. Einasti máti at umgingið hesa støðu, vildi verið við at trekkja CO2 úr aftur atmosferuni, sum Rahmstorf ikki heldur vera realistiskt. Les ing.dk

Vit hava etið havið upp

Hetta er niðurstøðan hjá altjóða granskingarverkætlanini 'Census of Marine Life', eftir at tey hava granskað søguligar keldur sum logbøkur og fotomyndir so langt aftur sum tey nú kundu. Menniskjuni hava hesi seinastu 1000 árini etið so mikið úr havinum, at tað bara eru 10% eftir í mun til tað sum kundi verið. Les videnskab.dk

Granskarar funnið fiskar á 7.7 km dýpi

Hetta er mesta dýpi sum man nakrantíð hevur funnið fiskar, nú japanar og bretar fingu hesar út fyri Japan. Les bbc.co.uk og sí video av fiskunum

Bakteria sum skapar streym við hjálp av vitaminum

Havbakterian Shewanella framleiðir og brúkar vitaminið riboflavin til at bróta niður metal við ravmagni. Granskarar vóna at kunna brúka hendan eginleika til at gera eitt slag av biobattaríi, til at reka smáar sensorar við á havbotninum. Les ing.dk

Ein hálv grad heitari hav gevur 40 prosent meira illveður

Bretskir granskarar meta at tað er fyrst og fremst øktir hiti í havinum sum viðførir at ódnirnar verða fleiri og ógvusligari. Spurningurin er so um hitaøkingin er vegna broyttar havstreymar ella vakstrarhúsárin. Fyrra merkir at tað sannlíkt vendir um 20 ár, meðan hitt kann versna í 100 ár. Les ing.dk

Nýtt forrit kann ávara um risa aldur

Serfrøðingar hava í áravís ivast í søgunum hjá sjómonnum um knappligar risaaldur; men nú hava fylgisveinakanningar fyrst staðfest at hesar veruliga finnast, og ein spaniumaður síðani gjørt forrit til at spáa um tær. Les slashdot.org

Puha, ódjór finnast

'Frilled shark' er okkurt slag av djúphavshávi, sum veruliga fær ein at trúgva uppá ódjórið í Loch Ness. Við mynd. Les dailymail.co.uk

Djóralív í havinum hótt av øktu sýruna

Stóra koltvíiltu-útlátið viðførir at høvini verða meira og meira súr, so at skelin á skeljadjórum upploysist, korallini forsvinna, og grundarlagið undan restini tí meira ella minni verður burtur. Les developmentcrossing.com

Tað eru bakteriur sum fáa sjógvin at lukta (væl?)

Hin fríski sjóangin er luft sum kemur úr bakterium tá ið tær niðurbróta ymiskt í havinum. Les livescience.com

Týskur kavbátur við Norra er vandamikil fyri havumhvørvið

Hann varð søktur út fyri Bergen undir 2. veraldarbardaga, við eini last av floglutum og 65 tons av kyksilvuri. Í 2003 varð hann so funnin aftur av norsku sjóverjuni, sum eisini hevur mált ov stórt kyksilvurinnihald á botninum og í djórum runt kavbátin. Nú vilja tey so stoypa hann í beton, har hann liggur, fyri at forsegla kyksilvurið. Les jp.dk