Pomodoro-teknikkurin er at seta eina køks-klokku at telja niður í 25 minuttir, meðan man arbeiðir fokuserað við éinari útvaldari uppgávu, og so taka frí aftaná í 5 minuttir. Ikki endiliga at blíva liðugur innan hesar 25 minuttir, men bara koma longri. Sí www.pomodorotechnique.com og lifehacker.com
heilin
Sjokuláta kann verja ímóti heilabløðing
Ein kanadisk kanning av 50.000 fólkum bendir á, at fólk sum eta sjokulátu minst eina ferð um vikuna, eru 22% í minni vanda fyri at fáa heilabløðing, enn tey sum slettis ikki eta sjokulátu. Og ein onnur kanning av 1169 fólkum bendir á, at av sjokuláta-átið minkar 46% um vandan fyri at doyggja av heilabløðing, um man skuldi fingið eina. Granskararnir eru tó ikki vísir í, um tað er tí at sjokulátan verjir, ella tí at tað serliga eru sunn fólk sum eta sjokuláta. Les telegraph.co.uk
Donsk lesandi dopa heilan
Tað skrivar videnskab.dk. Tað er ivasamt hvussu stór útbreiðslan er; men í USA eru tað eini 25% av teimum lesandi sum hava dopað seg við Ritalin, til at orka betur at hugsa, umframt eini 20% av granskarunum.
Genterapi kann fáa heilan at minnast 3 ferðir betri
Tað hava granskarar megnað at fáa rottur til, við at broyta eina einkulta ílegu, so at hesar minntust 3 ferðir betri enn aðrar rottur. Spurningurin er bara, um tað er etiskt rætt at genmodifisera menniskju... og um ikki tað er ein meining við at sumt skal gloymast. Les jp.dk
Internetið heldur heilan ungan
With people who had little Internet experience, "we found that after just a week of practice, there was a much greater extent of activity particularly in the areas of the brain that make decisions, the thinking brain -- which makes sense because, when you're searching online, you're making a lot of decisions." Les news.yahoo.com
Nú vakja læknarnir sjúklingar undir heilaskurðviðgerð
Skurðlæknar kunnu nú skera tættari at kritiskum økjum í heilanum, við minni vanda fyri at koma til at órógva talu og sansir hjá sjúklingunum, við at vakja tey úr narkosuni, eftir at hol er komið á sjálvan skøltin. Sjálvur heilin følir einki, og læknarnir kunnu tí regluliga testa sjúklingin, við at biðja hann telja aftureftir frá 10, og líknandi, meðan teir pota runt í heilanum. Les physorg.com
Tung ting fáa teg at hugsa betur
Granskarar góvu royndarpersónum skriviblokkar við ymiskari vekt, og uppdagaðu at tey sum høvdu ein 1 kg tungan skriviblokk, hugsaðu seg betur um enn tey sum høvdu ein 0.7 kg tungan blokk. Kanska orsøk til metaforarnar eisini, at góð argument eru 'tungtvigandi', meðan vit fara lætt um tað sum ikki hevur týdning. Les videnskab.dk
5 góð ráð til at halda heilan í form
Rør teg, et skilagott, trena heilan men ikki ov nógv, og slappa so av og spæl telduspøl viðhvørt. Eftir øllum at døma er renning og svimjing bestu hættir at røra seg, tá ið tað kemur til heilan. Les mensfitness.com
Heilin kann simulerast um 10 ár
Hetta halda bretskir granskarar, eftir at tað er eydnast teimum at simulera partlutir av rottuheila. Les bbc.co.uk
Nýggjar viðmerkingar
13 vikur 20 tímar síðani
17 vikur 5 dagar síðani
20 vikur 6 dagar síðani
26 vikur 1 dagur síðani
26 vikur 6 dagar síðani
27 vikur 4 dagar síðani
27 vikur 4 dagar síðani
28 vikur 6 dagar síðani
29 vikur 15 tímar síðani
33 vikur 9 tímar síðani