Tað er meira enn eitt ár síðani at Google keypti wiki-skipanina JotSpot, men nú eru tey so klár at relansera skipanina sum Google Sites. Í stuttum ein heimasíðuskipan til felagsskapir, har tit í felag kunnu skriva síðurnar, goyma fílur og yvirhøvur gera dælt av Google tænastum sum Google Docs, Calendar, YouTube og Picasa. Les googlesystem.blogspot.com
heimasíða
Heimasíða saksøkt fyri ólógligt løgfrøðingavirksemi
Ein amerikansk heimasíða er stevnd fyri ólógligt løgfrøðingavirksemi, av tí at hon (afturfyri pengar) hjálpti fólki at melda seg konkurs. Ólógliga virksemið var sovorðið sum at fortelja hvat oyðiblað sum viðkomandi skuldu fylla út og vísa á viðkomandi lógir. Les wired.com
Alt eftir Darwin er nú online á éinum stað
Universitetið í Cambridge hevur talgilt einar 50.000 síður av teksti og umleið 40.000 myndir, og enntá lagt út mp3 ljóðfílur, til seriøsa næmingin ella einhvønn við áhuga fyri Darwin og hansara teorium. Sí http://darwin-online.org.uk/. Les bbc.co.uk
At selja ella ikki selja sína heimasíðu
Yahoo fekk bjóðað nakrar fáar milliónir dollars frá AOL, men søgdu nei takk og gjørdust milliardérar. Leitimaskinan Google varð stovnað tí at Yahoo ikki vildi keypa tøknina fyri 1.6 milliónir dollarar. YouTube varð nú selt fyri 1.65 milliardir dollarar til Google. Men Friendster hinvegin... teir skuldu hava tikið tær 30 milliónirnar frá Google, tá í 2003. Les nytimes.com
Nýggjar viðmerkingar
2 dagar 4 tímar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
19 vikur 1 dagur síðani
23 vikur 6 dagar síðani
26 vikur 6 dagar síðani
32 vikur 2 dagar síðani
32 vikur 6 dagar síðani
33 vikur 5 dagar síðani
33 vikur 5 dagar síðani
35 vikur 5 tímar síðani