ibm

IBM eftir Microsoft við Linux útgávu

So gott sum samstundis sum Microsoft lanserar Windows 7, kemur IBM nú út við sínum "IBM Client for Smart Work", ið er annaðhvørt Ubuntu ella Red Hat Linux við IBM útgávuni av Open Office, Symphony, Lotus Notes amboðum og líknandi. Málbólkurin er smærri fyritøkur sum gjarna vilja spara uppá lisensútreiðslurnar, og sum hava hug at royna hetta Linux, við IBM sum garanti fyri at pakkin so eisini kann brúkast. Les version2.dk

IBM gevur út fyrstu ikki-beta útgávu av ókeypis officepakka

Tey lovaðu tað tá einaferð í september í fjør, og nú er 'Lotus Symphony 1' pakkin so klárur at taka niður til Windows og Linux. Les newz.dk

Vilja koyra internetið sum forrit á eini teldu

IBM arbeðir uppá at gera eina (super)teldu sum kann hýsa alt internetið. Les theregister.co.uk

IBM gevur út ókeypis office-pakka

IBM fer eftir øllum at døma at leggja út ein kontórpakka í dag, til okkum øll at kunna taka niður fyri einki. Talan tykiskt at verða um eina útgávu av Open Office, við tekstviðgerð, rokniarki og framløguforriti, sum so eisini verður open source. Les wsj.com

IBM fer uppí OpenOffice.org

Tey bjóða forritanarhjálp og at flyta kotu úr egnu forritum, til at betra um Open Office. Les version2.dk

5 tøknir sum IBM væntar fer at broyta lív okkara, komandi 5 árini

1) Atgongd til heilsuverkið allastaðni, yvir alnetið. 2) Tøknin fer at skilja talumál. 3) Alnetið verður í 3D. 4) Umhvørvisstýring við nanotøkni. 4) Fartelefoninar fara at lesa tankar okkara. Les ibm.com

Enn ein fartelda í flammum, hesu ferð á flogvøllinum í Los Angeles

Hesa ferð var tað ein IBM Thinkpad, og tað sigur seg sjálvt at fólk flippaðu út, í ræðslu fyri at tað var eitt bumbuálop osfr. Við mynd av hvar teldan brendi hol á teppið í fráferðarhølinum. Les engadget.com