Granskarar á University of Illinois halda at darwinisman er kanska bara tann núverandi fasan í evolutiónini, har tann genetiska kotan hinvegin varð skapað við 'horisontala evolutión'. Altso at ílegumenningin kom av at verurnar fingu ílegur frá øðrum samstundis livandi verum runt um seg, heldur enn við at arva frá foreldrum sínum. Les newscientist.com
ílegur
Er tað ein kúgv ella eitt menniskja?
Bretskir granskarar hava skapt eina blanding av kúgv og menniskja. Les ing.dk
Eineggjaðir tvíburðar eru ikki heilt so eins sum vit hildu
Kanningar av DNA frá 19 tvíburðapørum vísa smáar munir í kromosomunum. Harvið kann tað altso verða vegna ílegur heldur enn umhvørvi at summir eineyggjaðir tvíburðar fáa t.d. Parkinson's sjúku uttan at hin fær tað. Les sciencedaily.com
Menningin av menniskjum gongur skjótari enn nakrantíð fyrr
Vit eru genetiskt sæð meira ørvísi enn menniskjuni fyri 5000 árum síðani, enn tey vóru í mun til neanderthalarnir. Eini 7% av okkara ílegum hava broytt seg seinastu 20.000 árini, so at vit m.a. kunnu fáa nyttu úr neytamjólk, hava ljósari húð og eru meira mótstøðufør móti sjúkum. Les ing.dk
Øll bláoygd eru í familju
Danskur ílegugranskari heldur at tað bara er komið fyri éina ferð í heimssøguni, at ein mutatión hevur viðført blá eygu. At tey síðani eru spjadd so víða, má merkja at onkur 'positiv seksuell selektión' er bundin at tí at vera bláoygdur. Les ing.dk
Granskarar skulu kunna google'a eftir ílegum
Google og ein norskur datateknikari eru á veg við leititøkni so at granskarar kunnu leita á alnetinum eftir teimum ílegum og proteinum sum til dømis geva krabbamein. Les ing.dk
Blandingur av rottu, ger og hvalspýggj luktar bumbur
Molekylærbiologur Danny Dhanasekaran á Temple University í Philadelphia, USA, hevur blandað gerkyknur við snoddið á rottu til at kunna lukta TNT. Sjálvvirkandi hvalspýggj er so blandað uppí til at kunna ávara okkum um bumbuna. Les ing.dk
USA innførir anti-gen-diskriminatións-lóg
Amerikanska House of Representatives hevur samtykt eina lóg um at forbjóða fyritøkum at hyggja at ílegunum, tá ið tey taka avgerðir um at seta starvsfólk o.t. Les engadget.com
Ílegubroyttur matur gav livraskaðar
Ein franskur granskingarbólkur staðfesti at 'genmodifiserað' majs viðførdi broytingar í livur og nýru á rottum, men framleiðarin Monsanto lat sum luft. Hetta slag av majs er í dag góðkent til nýtslu sum fóður og matur, men Greenpeace berjist nú fyri at fáa loyvið trekt aftur. Les ing.dk
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 20 tímar síðani
6 vikur 1 dagur síðani
6 vikur 5 dagar síðani
7 vikur 4 dagar síðani
7 vikur 4 dagar síðani
8 vikur 6 dagar síðani
9 vikur 11 tímar síðani
13 vikur 5 tímar síðani
13 vikur 1 dagur síðani
13 vikur 1 dagur síðani