india

India ætlar at gera chili um til vápn

Bhut Jolokia er heimsins nógv sterkasta chili, sum hevur fingið eyknevnið 'spøkilsispipar', annaðhvørt tí at tú verður til eitt spøkilsi um tú etur eitt heilt chili, ella tí at tað dregur allan litin úr tær. Nú ætla indarar at brúka tað til dømis í táragass-granatum, ið gera offrini blind og hostandi í tímar. Les networkworld.com

Mamma sum 70 ára gomul

Ein indisk kvinna er nú offisielt heimsins elsta mamma. Pápin er 77. Les eb.dk

Indiskur Eee PC kappingarneyti kostar bara 1700 kr

Indisku HCL koma nú við eini farteldu við 7 tumma skermi, tráðleysum interneti, stýriskipanini Linux og (flash?-)harðdiskum upp til 80 GB. Grundútgávan kemur at kosta 1700 kr (í India), ella yvir 4000 kr um tú vilt hava Windows í staðin. Les ing.dk

Bretar hava eisini havt síni fólkadráp

Millum 12 og 29 millónir indarar doyðu tá ið Bretland helt fast við at tey skuldu útflyta rís til Bretlands hóast heystið hevði verið vánaligt í India. Tú hevði 94% kjans at doyggja innan eitt ár, um tú endaði í eina av arbeiðslegunum. Í Kenya doyðu eini 100.000 í konsentratiónslegum í 50-unum. Og har var (nógv) annað eisini. Les guardian.co.uk

Indiskur fólkavognur kostar minni enn 13.000 kr

Tíverri nokk bara har yviri í India. Les ing.dk

Fekk jarnrør gjøgnum høvdið og yvirlivdi

Ávaring: Nokk so ógvuslig mynd av hesum indiska dreinginum á operatiónsborðinum, við jarnstong beint gjøgnum pannuna. Hann fær tó sambært læknunum einki mein av hendingini. eb.dk

Ókeypis breiðband til allar indarar

Stjórnin í India hevur skotið upp at allir íbúgvar í landinum skulu hava ókeypis breiðband frá ár 2009 og framyvir. Les ing.dk

India sent upp kommersiellan fylgisvein

Teirra fylgisveinar orka ikki at flyta meira enn 1500 kg av góðsi út í rúmdina, men tey ætla sær tó at verða bíligasta tænasta til smáar útsendingar. Les slashdot.org

Einans í ...

Skeg. Les nutechs.com

Pílagrímar hótta við at boykotta Ganges

Hvørt ár plaga túsundavís av pílagrímum at leypa útí heilagu ánna Ganges í India, til at vaska burtur sínar syndir. Men í ár hótta teir við at boykotta hana, tí hon er so dálkað. Einar 1,7 milliardir krónur hava verið brúktar til at royna at reinsa ánna, men allíkavæl er innihaldið av colibakterium 3.000 ferðir hægri enn hvat fólk tola, og man húðsjúkur bara av leypa útí hana. Indiskir myndugleikar meta at einar 16,7 milliardir krónur skulu brúkast afturat, til at fáa hana reina. Les jp.dk