Hetta er ein útgáva av Linux serliga ætlað hesum smáu farteldunum við Atom prosessara, grundað á Fedora Linux við ymiskum tillagingum sum ger stýriskipanina serliga vælegnaða til hesar teldur. Les arstechnica.com
intel
Nú koma mini-farteldurnar veltandi til okkum eisini
Acer eru longu klár at koyra teirra Aspire One í donsku handlarnar fyri umleið 2200 kr; og AMD, Intel, Nvidia, Via og Asus eru beint í hølunum hjá teimum. Ein Acer Aspire one hevur 8.9 tumma skerm við 1024x600 pixlum, 8 GB flashdisk, 512 MB RAM, 1,6 GHz Atom geril frá Intel, og Linux sum stýriskipan. Les ing.dk
Hvør er betri, OLPC XO ella Classmate?
Ingeniøren metir um tøknina í teimum báðum farteldunum, 'One Laptop Per Child' hjá Negroponte og Classmate frá Intel. Les version2.dk
CLT og Intel á marknaðin við Eee PC kappingarneytum
Intel lanseraði herfyri Classmate 2, sum er ultrabílig fartelda serliga ætlað børnum, og síðani kom CLT nú við 2go PC Netbook. Les engadget.com
Eee PC er ein $200 telda frá Intel og Asus
Intel hevur í skundi mennt eina lágprís farteldu sum mótsvar til 'One Laptop Per Child' fartelduna hjá Negroponte & co. Hendan nýggja vigar undir 1 kg, hevur memorykort heldur enn harddisk, og verður mest sannlíkt seld við Linux sum stýriskipan frá umleið 1. august. Les newz.dk
Ger undirvísingarspøl til OLPC
Negroponte & co bjóða til Game Jam 8.-10. juni, at kappast um at gera besta undirvísingarspæl til $100 dollar farteldu teirra til børn í menningarlondum. Virðislønin er ein fartelda. Les pcworld.com
Moore's lóg er deyð, sigur Moore sjálvur
Gordon Moore uppfann 'Moore's lóg' fyri 40 árum síðani, sum sigur at tættleikin av transistarum á einum telduchippi tvífaldast annaðhvørt ár (og teldurnar harvið gerast okkurt um tvífalt so sterkar, fáa dupult so stórt minni osfr, fyri hvørji 2 ár). Nú er tøknin eftirhondini so lítil, at hon av álvara nærkast at verða so lítil sum atom... og Moore sigur tí nú at 'lógin' hevur bara eini 10-20 ár at liva í afturat. Les techworld.com
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 14 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 3 tímar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 21 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani