Massachusetts Institute of Technology hevur í eini tíggju ár bjóðað fyrilestarar og undirvísingartilfar ókeypis á OpenCourseWare (OCW), sum einir 100 milliónir lesandi hava brúkt til at fylgja umleið 2100 skeiðum. Nú víðka tey við eini síðuleypandi undirvísingarskipan kallað M.I.T.x, ið verður meira interaktiv, enntá við møguleika at fáa prógv. Les Forbes
internet
Hvat vigar internetið ?
Ikki heilt so nógv sum tú heldur
Nú er uppi við IP adressum
American Registry for Internet Numbers (ARIN) fráboðaði í gjár, at nú eru allar klassiskar IP-adressur av slagnum IPv4 býttar út. Har eru enn tøkar adressur hjá teimum sum hava fingið tær, og ARIN fer nú dagliga at rapportera um tøkar adressur á www.arin.net. Næsta loysn verður IPv6, sum hevur langt fleiri adressur enn tær 4.294.967.296 hjá IPv4, nevniliga 340.282.366.920.938.463.463.374.607.431.768.211.456.
Nú verða føroyskir stavir loyvdir í heimasíðuadressum
ICANN ætlar frá einaferð í 2010 at loyva eisini øðrum bókstavum enn teir ensku. Les engadget.com
Internetið heldur heilan ungan
With people who had little Internet experience, "we found that after just a week of practice, there was a much greater extent of activity particularly in the areas of the brain that make decisions, the thinking brain -- which makes sense because, when you're searching online, you're making a lot of decisions." Les news.yahoo.com
Vandi fyri at okkara samtíðar søga verður eitt svart hol, vegna internetið
Stjórin á British Library ávarar her á guardian.co.uk um at framtíðar søgufrøðingar kunnu enda við einum 'svørtum holi' her okkara nútíð er, vegna mátan sum vit brúka internetið. Til dømis varð alt um George W. Bush tikið av heimasíðuni hjá hvítu húsini, í somu løtu sum Barack Obama varð settur forseti. Og einar 150 offisiellar heimasíður um olympisku leikir í Sydney forsvunnu eisini, tá ið leikirnir endaðu í 2000.
Óvæntaðu avleiðingarnar av 'sosiala netinum'
Áhugaverd grein her á ReadWriteWeb.com, um vaksandi nýtsluna av 'sosialum síðum' sum FaceBook, MySpace, Digg og Twitter. Við ávaringum, við tað at sum tey siga: "There is no delete button on the web".
Rykti um óavmarkað pláss á Google Gdrive í heyst
Serfrøðingar halda at tað fer at 'revolutionera telduna', um Google veruliga kemur við óavmarkaðum ókeypis online goymsluplássi á internetinum í heyst. version2.dk
Fleiri amerikanarar lesa nu tíðindini á netinum, heldur enn í bløðunum
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur "The Pew Research Center for the People & the Press" staðfest, at fleiri fólk lesa síni tíðindi á netinum, heldur enn við at lesa avísir. Sjónvarpið er tó enn klárt frammanfyri, við 70% í mun til 40% og 35%. Les people-press.org
Ávirkar internetið okkara heilar?
Kaliforniski neurobiologurin Gary Small heldur at stóra nýtslan av SMS og internetið ger, at vit verða betri til at sortera dáta og taka skjótar avgerðir. Men hinvegin er internetið kanska orsøk til at fleiri og fleiri fáa staðfest Attention Deficit Hyperactivity Disorder. Les newz.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 14 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 3 tímar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 21 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani