internet explorer

Vinir loyva ikki vinum at brúka IE6, sigur Microsoft

"Friends don't let friends use IE6", segði Amy Bazdukas herfyri, sum er Microsoft stjóri við ábyrgd fyri Internet Explorer, í viðmerking til kampagnuna "Die IE6, Die", sum koyrir runt um á heimasíðum í løtuni. Nýtslan av Internet Explorer 6 er størri enn hvat teimum á Microsoft dámar, tá ið man hugsar um at kagin er avvoldaður, ótryggur og so mikið ikki-standard, at hann er til fortreð hjá heimasíðusmíðarum. Men trupulleikin er, at tað er tungt at fáa hann burtur úr teimum stóru fyritøkunum, sum hava bygt upp heilar skipanir runt um hendan serliga kaga. Les computerworld.com

Firefox bannað í summum donskum stovnum

Í nøkrum donskum almennum stovnum, so sum Toll og Skatt, Videnskabsministeriet, IT- og Telestyrelsen og Forsknings- og Innovationsstyrelsen, er bannað hjá starvsfólkum at nýta Firefox, tí KT-umsitarnir velja at tryggja seg við Internet Explorer. Sjáldsagt eru opensource útvegarir alt annað enn nøgdir við avgerðina. Kelda: Computerworld.dk.

Serfrøðingar ávara móti ActiveX

Bara í 2007 vórðu 337 veikleikar funnir í sambandi við ActiveX,og serfrøðingar heita tí á at man heilt steingir fyri hesum møguleika. Hetta gert tú við annaðhvørt at seta Internet Explorer til at koyra á strangasta trygdarstigi, ella at skifta til t.d. Firefox. Les version2.dk

Nú kemur IE 7 automatiskt út sum Windows Update

Microsoft er byrjað at senda út nýggju útgávuna av Internet Explorer sjálvvirkandi sum "kritisk sikkerhedsopdatering", gjøgnum Windows Update. Sjálvt downloadið fyllir einir 14,8 MB, men hareftir má Windows eisini taka niður okkurt eyka, har tey ikki fortelja hvussu stórt downloadið er. Les ing.dk

Microsoft Internet Explorer 7.0 er nú útkomin

Sum teir siga: 'Tit ynsktu hann at verða lættari at brúka og meira tryggur... vit hoyrdu tykkum'. Nýggi kagin hevur spjaldrasíður og RSS og annað gott, sum kagar sum Opera og Firefox nú hava haft og haft succés við í nøkur ár. Les microsoft.com

Internet Explorer 7 kemur einaferð í hesum mánaði

Microsoft er við at leggja síðstu hond á verkið, og teir viðmæla tí í hesum bloggi mennarum av heimasíðum o.t. at skunda sær at taka niður síðstu undan-útgávu, at testa og fráboða um nakað ikki riggar sum tað skal. Les msdn.com