irak

Helvtina av soldátunum í Irak eru leiguhermenn

Tað merkir at teir m.a. ikki kunnu setast fyri nakran dómstól, og hin vegin heldur ikki sjálvir eru serliga væl tryggjaðir ímóti órætti. Les videnskab.dk

Robott herurin hjá amerikumonnum

Eini 6000 tólmenni eru longu í nýtslu í Irak og Afganistan, og talið veksur. Summi av teimum bera enntá vápn. Les popularmechanics.com

Morfin sleikisneisir til hermennirnar

Danskir hermenn fáa nú morfinsleikisneisir við til Irak og Afganistan, so at teir betri fáa doserað doyvingina enn við verandi innspræningum. Les jp.dk

Hermaður slapp óskalaður frá at verða stungin við knívi í heilan

Á patrulju í Bagdad. Hann hevur mist eitt sindur av følilsi í høgru síðu av høvdanum, og kann ikki lyfta høgra eygnabrýn, men metir seg at vera sloppin lætt allíkavæl. Les eb.dk

Heimsins fyrstu soldátara-robottar nýttir í Irak

Amerikanarar hava sambært herovastanum Terry Griffin 'longu skotið nógv' við Swords-robottunum, sum eru fjarstýrdar maskinur við M247-maskinbyrstum áfestar. Kunnu raka eitt 25 oyra frá 2.000 metra frástøðu. Les ing.dk

190.000 skotvápn burturblivin í Irak

Amerikanska stjórin hevur ikki hóming av hvar tey 190.000 vápnini eru blivin av, sum teir annars góvu sínum samstarvsfelagum í Irak. Serfrøðingar meta at uppreistararnir hava vápnini. Les eb.dk

Kann ein irakiskur tolkur fáa báðar sínar konur til Danmarkar ?

Danir hava rent seg í ein rættiligan prinsipiellan trupulleika, nú teir vilja lova sínum irakisku tulkum at flyta til Danmarkar við familju. Les eb.dk

Danskir soldátar í Irak ræðast geitir og asnar

Teir fara tí á skeið við asnan Donkey, so at teir kunnu umganga at skula doyva djórini áðrenn teir fara í fjósið. Les eb.dk

Soleiðis torturerar Al Qaeda

Amerikanski herurin hevur funnið eina tortur handbók og amboð í einum húsum í Bagdad, har teir eisini bjargaðu 5 fangum sum høvdu verið fyri torturi. Ávaring: Myndirnar eru ógvusligar. Les eb.dk

Bretland fer úr Irak

Tony Blair fer eftir øllum at kunngera afturtøku úr Irak í dag. Bretland hevur 7000 soldátar í Irak, harav 1500 nú verða tiknir aftur innanfyri nakrar fáar mánaðir, og einir 1500 afturat áðrenn jól. Hetta hendir umleið samstundis sum amerikanar vilja senda 21000 soldátar afturat til Irak, fyri at fáa skil á. Les bbc.co.uk