islam

Pávin doypti kendan muslim á páskamessuni

Segði nakar provokatión? Les eb.dk

320.000 skrivað undir mótmæli um Muhammed tekningar í Wikipedia

Jyllandsposten skrivar 180.000, men beint nú er talið 322.637. Samstundis blokerar Pakistan fyri YouTube í landinum, av tí at teknifilmar har eisini vísa Muhammed. Les jp.dk

Koyrdur tí hann segði at flestu sjálvmorðsbumbifólk vóru muslimar

Ein bretskur lærari var herfyri koyrdur, tí hann í einum skúlatíma nevndi at flestu sjálmorðsbumbimenn vóru muslimar. Les bbc.co.uk

Neyðtøkuoffur dømt 90 pískasløg í Saudi Arabia

Ein saudiarabisk kvinna er dømd 90 pískasløg eftir at hava verið hópneyðtikin av 4 monnum, 'tí hon var einsamøll í bili saman við manni sum hon ikki var gift við'. Teir fýra mennirnir hava fingið ávíkavist 1000 pískasløg og fimm ára fongsul, 800 pískasløg og 4 ára fongsul, 350 pískasløg og 4 ára fongsul, og 80 pískasløg og eitt ára fongsul. Les jpost.com

Danmark er næststørsti fíggindi Egyptalands

Ein spurnarkanning vísir at egyptarar meta Danmark at vera næststørsti fíggindi Egyptalands, næst eftir Ísrael (og áðrenn USA). Gott nokk vórðu bara 1000 egyptarar spurdir; men hugsa allíkavæl um tað, næstu ferð tit fara charterferð til Giza. Les jp.dk

Dansk Folkeparti teknar Muhammed sum pedofilur í blaði og á heimasíðu

Stutt eftir nýggju gøluni við video av ungum limum at Dansk Folkeparti sum tekna keiputekningar um kapp av profetinum Muhammed, so gevur flokkurin nú út eitt blað við einum bókaummæli har profeturin er teknaður sum barnalokkari. Og við tað at bløðini verða løgd á heimasíðuna eisini, so kann myndin finnast har eisini. Sum bara teir kunnu siga tað "Det ville jo være fuldstændig kinesisk, hvis vi ikke lagde dette nummer ud også". Les jp.dk

Skúlagenta í Lyon steinað fyri at eta snack undir Ramadan

Ein tannáringur í Lyon í Suðurfrankaríki varð nú 4. oktober sambært lokalu avísini Le Progres steinað av floksfelagum, tí at hon át okkurt góðgæti undir Ramadan. Les westernresistance.com

Nýggj Muhammed-gøla í Danmark

Danmarks Radio vísti fríggjadagin eitt videobrot frá einum tiltaki hjá Dansk Folkeparti tann 8. august, har ungir flokslimir kappaðust um at tekna Muhammend. Onkur teknaði hann sum ein kamel sum pissaði og drakk øl, meðan onkur annar teknaði hann sum ein berúsaðan terrorist ið bumbaði Keypmannahavn. Les jp.dk