ísland

Eyjafjallajökull blásti royk ring

Í byrjanini av mei kundi man síggja nakað sjálvtsamt omanfyri Eyjafjallajökull. Eldgosið blásti ein royk ring, sum roykjarar kenna. Her er ein onnur mynd av ringinum og Eyjafjalli.


Mynd: Joseph Liccardi frá New Hampshire Universiteti

Øska úr Íslandi funnin á Sornfelli

Fólk hjá Jarðfeingi hava heintað øskuskitnan kava á Sornfelli. Les meira á jardfeingi.fo.

Sterling farið á húsagang

Les borsen.dk. Sterling umfatar eisini fyrrverandi Maersk Air. Eini 30-40.000 fólk hava nú mist virðið av sínum flogferðaseðlum, men SAS fer at royna at hjálpa teimum heim, sum eru 'strandaði' uttanlanda. Støðan hjá Sterling ger hinvegin, at virðið á SAS virðisbrøvum fer til himmals.

Merlin farið í gjaldssteðg, vegna íslendsku fíggjarkreppuna

Danska telduhandilsketan Merlin er nú farin í gjaldssteðg, vegna íslendsku fíggjarkreppuna. Elbodan hevur samtykt at keypa ketuna, so at nakrir handlar skifta til at verða Expert handlar, og aðrir verða stongdir. Eftir øllum at døma er brandútsøla hjá Merlin nú, við avsláttri upp til 75%. Les newz.dk

Íslendska korthúsið skelvir

Tað gongur ikki longur upp men niður á fíggjarmarknaðinum, og íslendska íløgufelagið FL Group hevur tí mist triðingin av sínum marknaðarvirði á 22 mia síðani juli mánaða. epn.dk

Ísland er besta land í heiminum at liva í

Sambært árligu 'Human Development Index' rapportini hjá ST, er Íslands heimsins besta land at liva í, um hugt verður eftir lívslongd, útbúgving og livistøði. Danmark er nr 14, aftanfyri lond sum Svøríki, Finland, USA, Spania og Írland. jp.dk

Vatnajøkul sæst úr Føroyum?

Tað má vera undir heilt serligum umstøðum: Vatnajökull i Island kan ses fra Færøerne 547 km borte – det længste kig fra bjerg til bjerg i verden. Les eb.dk

Eru protesur at rokna sum ólóglig hjálp í renning ?

Suðurafrikanski Oscar Pistorius rann fyri tveimum árum síðani 200 metrar á 21.34, sum er sama tíð sum heimsmetið hjá kvinnum, og trýkvart sekund frá OL-kravtíðini tá. 'Trupulleikin' er bara, at beinini vórðu skorðin av undir knænum tá ið hann var eitt ára gamalur, og hann tí rennur við nøkrum heilt serliga góðum 'Cheetah' protesum frá fyritøkuni Ossur (Øssur?) í Íslandi. Les wired.com

Tykist sum íslendingar vaska pengar í DK

So siga serfrøðingar við Ekstra Bladet Søndag, um íslendsku innrásina í donsk peningaviðurskifti. Teir kalla tað eitt 'loyniligt sterkt og altjóða skattafiflaramodell'. Les jp.dk