Har er kreppa í ísraelska herinum, eftir at avísin Haaretz er komin fram á T-skjúrtur til ísraelskar hermenn, har man til dømis sær eina palestinenska kvinnu sum er upp á vegin, í krossfeltinum av einum kikarasikti, yvir sloganinum "1 shot 2 kills". Les sky.com
ísrael
Danmark í topp trý yvir heimsins terrormál
Bara Ísrael og USA eru í størri vanda fyri terrorismu, heldur ísraelski terrorserfrøðingurin Barry Rubin. Les eb.dk
Fartelefoni økir um vandan fyri krabbamein í høvdinum
Tað vísir ein nýggj ísraelsk kanning. Kjansurin fyri at fáa krabbamein í oyraspýttkertilinum (?) er 50% størri um tú tosar nógv í fartelefoni, og serliga um tú tosar nógv langt frá mastrini. Les ing.dk
Bush noyddist at koyra bil frá Jerusalem og Ramallah
Mjørki forðaði fyri at hann kundi flúgva, so tey noyddust at taka túrin í bili, gjøgnum kontrolpostar og framvið Vestara Áarbakka. Tað hevur óivað verið spennandi hjá Secret Service :-) Les eb.dk
Grøvin hjá Heródesi kongi funnin
Professor Ehud Netzer hevur leitað eftir henni síðani 1972, men ikki fyrr enn nú er grøvin og gravsteinurin funnin. Les jp.dk
Føroysk frásøgn frá Super Bowl ?!?
So sigur Jerusalem Post: The game will be broadcast in 33 languages, with live broadcasts in 12 languages originating from Dolphin Stadium, including Hindi, Croatian, Galician, Icelandic, Greenlandic and Faroese. Somehow, Hebrew did not make the cut - maybe next year. Les jpost.com
Verður pápi hóast hann er deyður
Ein dómstólur í Israel hevur loyvt eini mammu at einum deyðum hermanni at ísáða eina kvinnu sum sonurin ongantíð møtti, so at hon kann gerast omma. Har finst einki testamenti eftir soninum, men ein videoupptøka skal vera prógv um at sonurin veruliga ynskti at verða pápi. Les eb.dk
Miss Ísrael sleppur undan at bera vápn
Í Ísrael eru eisini kvinnurnar vernapliktigar, og tann 18 ára gamla 'Miss Ísrael', Yael Nezri, er tí nýliga byrjað síni 2 ár í herinum. Men av tí at byrsan gav henni ljót blá merki á beinunum, sum góvu henni trupulleikar við hennara síðuleypandi model-karrieru, so hevur hon fingið dispensatión frá at ganga við sovorðnum. Les eb.dk
Brúkar Ísrael okkurt nýtt og drápiligt vápn ?
Ein palestinensiskur ambulansuførari fortelur her at hetta árið hevur verið ringasta nakrantíð, har fólk koma inn við undarligum uppbrendum stubbum og oftast doyggja. Hann varð at enda sjálvur skaddur, og hevur beinstubban at prógva tað við. Tey lokalu kallað nýggja vápnið fyri 'black dust', og Physicians for Human Rights metir at talan er um eitt vápn kallað D.I.M.E. sum amerikanarar testa til at kunna gera stóran skaða lokalt men ikki í umhvørvinum beint rundan um. Ísraelar avnokta at talan skal vera um hetta vápn. Les abcnews.com
Hábrøgd eru arvalig
Ísraelsk vísindafólk vátta nú eina tesu hjá sjálvum Charles Darwin frá 1872, at andlitsbrá eru arvalig. Tey gjørdu tað eitt sindur óortodokst, við at samanbera mimikkin hjá blindum við tann hjá teirra familju, fyri líka sum at útilokað kjansin fyri at tey bara høvdu lært tað við at síggja. Serliga tey negativu hábrødini eru arvalig. Les jp.dk
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 10 tímar síðani
5 dagar 19 tímar síðani
2 vikur 4 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 7 tímar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 3 dagar síðani
9 vikur 1 dagur síðani