italia

Rændi handlar við hypnosu

Tað seinasta sum kassadamurnar minntust, var at hann segði 'hygg meg beint í eyguni'. Les eb.dk

Her lendi Tunguska torusteinurin

Italskir vísindamenn meta seg hava funnið staðið har Tunguska torusteinurin rakti Russland í 1908, við eini eksplosión sum 10.000 Hiroshima-bumbur. Les bbc.co.uk

Italskir lívstíðarfangar ynskja deyðadóm

310 fangar, ella umleið fjórðingurin av øllum lívstíðarfangum í Italia, hava skrivað bræv til forsetan Giorgio Napolitano um at fáa deyðadóm heldur enn lívstíð, tí 'teir eru troyttir av at doyggja eitt sindur hvønn dag'. Les jp.dk

Motión er tað mest brúkta nýggjárslyfti fyri 2007

Tey mest vanligu nýggjárslyftini fyri næsta ár verða:

1. Íðka meira
2. Slankikurur
3. Fáa betri javnvág millum arbeiði og frítíð

Í Danmark lova 20 % nýggjárslyfti, meðan 80 % av italienarum gera tað sama.

Les eb.dk

Nú er slutt við diddarakum fotomodellum í Italia

Fyrsti segði Spania nei, og síðani Italia. Stjórnin hevur nú avtalað við mótahúsini, at man ikki longur skal síggja ekstremt klænar fotomodellir, men heldur koma upp á feittprosent sum á Claudiu Schiffer og Cindy Crawford á sinni, í eini roynd at minka um anoreksi millum gentur og ungar kvinnur. Les eb.dk

Viganella í Italia fær sær sólspegl til myrku vetrardagarnar

Í bygdini Viganella í Italia síggja tey ikki sólina frá 11. november til 2. februar, av tí at fjøllini skerma fyri. Tað eru tey nú so mikið troytt av, at ungi Pierfranco Midali vann borgmeistaravalið uppá at lova meira sól. Loysnin er at seta eitt 40 kvadratmetrar stórt spegl upp á ein av tindunum, soleiðis at sólstrálurnar kastast aftur, niður á bygdina. Kostar bara 750.000 krónur, so hetta hevði kanska verið eitt hugskot t.d. í Fuglafirði. Les eb.dk