Vísindafólk á Oregon State University hava lagt út hesa upptøku av Honshu jarðskjálvtanum herfyri, sum saman við eftirfylgjandi flóðaldu skapti stórar oyðileggingar í Japan. Les laughingsquid.com
japan
Japan ætlar at fáa streym til 300.000 hús úr rúmdini
Tey ætla at senda ein fylgisvein við sólpanelum út í rúmdina, sum so skal senda eina orkustrálu aftur sum mikrobylgjur til jørðina. Ein lítil royndarútgáva skal eftir ætlan út í rúmdina í 2014. Les popsci.com
Japanar vilja brúka seyð til at vaksa mannagøgn í
Í Japan er tað ikki loyvt at taka gøgn úr heiladeyðum (av tí at tey ikki eru mett sum heilt deyð fyrr enn tey eru hjartadeyð), og tey mugu tí finna uppá aðrar loysnir. Sum til dømis at lata nýggj gøgn vaksa í seyði. Les timesonline.co.uk
Robottar sum duga at spæla violin
Robottar hjá Toyota duga millum annað at spæla violin.
Japanar vilja finna ótespiliga kavamannin
Tey sóu spor av risadjórinum í 1994 og 2003, umframt á yeti'ina í 2003, og fara tí nú at seta upp kamerafellur í Himalaya. Les jp.dk
Í Japan lekja tey lungakrabba pá ein seinnapart
Tey brúka 'partikelterapi', har strálurnar virka sum ein kanónkúla ið fyrst brestur tá ið hon er komin á mál. Harvið tola sjúklingarnir størri dosur, samstundis sum skaðin á annan vevnað er minni. Les fpn.dk
Avdúkaði konu sum búði í skápinum við at seta upp vevkamera
Ein japanskur maður undraðist á at matur forsvann í køkinum, og valdi tí at seta eitt vevkamera upp. Vísti seg at tað var ein heimleys kona sum hevði búð eitt heilt ár í einum skápi hjá honum :-) Les engadget.com
Um at eta Fugu
Ein amerikani roynir potentielt deyðiliga Fugu fiskin í Tokyo. Citat frá greinini: “It is your mind playing tricks,” the chef says. “If your lips are really numb, then nobody can save you. If your lips are really numb, Mr. Platt, then you are already dead.” Les nymag.com
Japanskir bilar eru mest álítandi
Fyrstu 12 bilar eru japanskir á 'álitisbarometrinum hjá' bretska tryggingarfelaginum Warranty Direct, yvir teir brúktu bilar sum krevja minst viðlíkahald. Hinvegin metir bilpriser.dk at Skoda ger teir mest økonomisku stationcar'arnar. Les eb.dk
Vil sigla frá Hawaii til Japan bara við alduorku
Báturin hjá japanska Ken-Ichi Horie fer væntandi at kunna sigla 5 knob um tíman, líka mikið hvaðani aldurnar koma. Les ing.dk
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 9 tímar síðani
5 dagar 18 tímar síðani
2 vikur 3 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 6 tímar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 3 dagar síðani
9 vikur 1 dagur síðani