Ja ja, har er tann geografiski og tann (ið flytir seg) sum Jørðin snarar um. Men hartil einir tveir magnetiskir? Les sciam.com
jørðin
Ragnarok setti nýtt lív í Jørðina
Ein torusteinastormur oyddi meira ella minni alt lív á Jørðini fyri 440-490 milliónir árum síðani; men nakrar fáar, sterkar verur yvirlivdi og fylltu út allar nichur, so at lívið innan stutta tíð gjørdist meira fjølbroytt djórameingi enn áðrenn. Lívið er upp á sín vís í vegin fyri enn meira lív. Les ing.dk
Móður Jørð er ikki eitt øskubikar
Visti tú at sigarettfiltur ikki eru niðurbrótilig, men taka 10-15 ár at gerast mikroskopisk plastikkpetti? Og at nikotinið í 200 av teimum (brúktu) er nóg mikið til at drepa eitt menniskja? Um hvør roykjari í heiminum blakar bara 1 skodd á jørðina, so verða tað 1.2 milliardir tilsamans um dagin. Les whyquit.com
Mánaklettar stuðla teori um at mánin er partur av jørðini
Nýggjar kanningar staðfesta at nakrir mánaklettar frá Apollo-missiónunum eru so mikið líka uppbygdir sum jørðskorpan, at tað er sannlíkt at Mánin varð skapaður tá ið Jørðin enn var heilt ung, við at ein gongustjørna á stødd við Mars rakti jørðina, og slóg eitt petti av sum so varð Mánin. Les ing.dk
101 áhugaverd fakta um jørðina
Alt skrivað sum spurningar og svar, so at man kann testa sína egnu vitan. Hvat er heitasta stað á jørðini? Hægsti fossur? Kann grót flóta? Og so framvegis. Les wonderfulinfo.com
Hug at bjarga verðina, fyri Google ?
So søkja tey á Google.org eftir kreativum fólki við royndum og vilja at hjálpa milliónum av fólki við nøkrum av heimsins størstu trupulleikum (og nei, teir meina ikki við Windows ella Internet Explorer, her :-). Teir leita eftir fólki at fáast við fátækdømi, heilsu og veðurbroytingar, at arbeiða í Mountain View, Kalifornia, USA. Les google.com
Vit skulu brúka minst eina planet afturat ár 2050
Um vit halda á at brúka heimin sum vit gera tað beint nú, so fáa vit brúk fyri eini jørð afturat ár 2050, sambært WWF. Um øll byrja at brúka á støði við amerikanararnar í dag, so skulu vit brúka FIMM planetir afturat. Støðan er í løtuni, at vit brúka 25% meira enn tað sum jørðin kann veita av føðivørum. Nøgdin av djórum og plantulívi er tí eisini fallin við einum triðingi frá 1970 til 2003. Les jp.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 14 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 3 tímar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 21 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani