Københavns Energi roknar við at kunna spara upp til 80% av teirri orku sum annars hevði verið nýtt til at køla til dømis Magasin, Berlingske Tidende og fleiri bankar, og harvið minka um CO2 útlátið við umleið 3000 tonsum um árið, við at nýta ein 100 ára gamlan sjóleidning og ein nýggjan dampleidning til at skapa eina fjarkøliskipan. Les ing.dk
keypmannahavn
Keypmannahavn er nú í 3D á Google Earth
Google hevur valt at lata Keypmannahavn verða ein av fystu býum uttanfyri USA, sum nú hevur fingið fullu 3D viðgerðina í Google Earth. Les version2.dk

Fartelefonirnar skulu slatra um ferðsluna í Keypmannahavn
Royndir á MIT og í Rom geva dønum blóð uppá tonnina, at kunna síggja hvussu fólk ferðast í KBH við 12 metra nøjagtigheit. Ikki fyri at lúra hvønn einstaka av, men fyri at síggja hvussu ferðslan sum heild ferðast. Les ing.dk
Streymur av óvart komin í kranavatnið í býlingi í Keypmannahavn
Politiið koyrir runt í Sydhavnen og rópar í hátalarar, at húsarhaldskranarnir nú eru streymførandi, eftir eitt óhapp við einum stilladsi. Les eb.dk
Smádrongur bitin av rottu í barnavogninum
Ein smádrongur var bitin í andlitið, á hendurnar og í tunguna, tá ið hann svav í barnavogninum í Keypmannahavn. Serfrøðingar viðmæla net á barnavognin, eisini til at verja móti øðrum djórum. Les jp.dk
Keypmannahavn segði tvær ferðir nei takk til at fáa brúgv í gávu
Tey hava onkrar ferðslutrupulleikar runt nýggju operaina, og bæði Realdania- og Bikuben-grunnarnir hava tí bjóðað seg til at geva eina brúgv í gávu, sum sambært eini tilvísing her skuldi kosta um eina hálva milliard. Men tey valdu at takka nei, fyri heldur at gera eina ferjuloysn. Les jp.dk
'Eg havi ongantíð fingið eitt gott hugskot við skrivaraborðið'
So sigur russiski amerikanin Eugene Polzik, sum nú er heimskendur síðani hann síðsta hósdag fráboðaði, at tey á Niels Bohr Instituttinum høvdu havt eitt frambrot innan 'kvanteteleportatión', við at hava skapt eitt 'interface' millum ljós og stoff. Tvørtur í móti fær hann síni gløggu hugskot tá ið hann er longst burturi frá arbeiðnum, 't.d. tá ið eg á camping-túri um morgunin vakni í mínum telti'. Les ing.dk
Týr spælir ókeypis á The Rock
Í samband við nýggju fløguni hjá Týr verður konsert á The Rock í kvøld. Konsertin byrjar kl 20:00 og er ókeypis fyri øll. Les rock.xstream.dk
Fleiri og fleiri innbrot í Keypmannahavn
"Vi er hammerkede af det", sigur chefpolitiinspektør Per Larsen um tað at talið av innbrotum í Keypmannahavn er farið frá 1000 í fyrru helvt av 2003 og 2004, til 1383 í tilsvarandi tíðarskeið í 2005, og nú heili 1666 í 2006. Talið er altso vaksið eini 50%, sambært politimeistaranum tí at "vi er sårbare, fordi vi traditionelt ikke har haft så mange sager". Í øðrum økjum er talið annars fallandi, sum t.d. í Glostrup og Odense og Aalborg og Århus. Les jp.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 1 dagur síðani
1 vika 1 dagur síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 9 tímar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 2 dagar síðani
4 vikur 3 dagar síðani
5 vikur 3 dagar síðani
5 vikur 6 dagar síðani
9 vikur 4 dagar síðani