kina

Um tú ikki eigur fýrverk, so kanst tú 'bara' brúka flótandi jarn

Tað hava kinesararnir gjørt í 500 ár, í Nuanquan, har tey við hatti og lambaskinn sum verju blaka flótandi jarn uppá ein vegg. "Is it dangerous? The throwers joked that it's not, as long as you're not afraid to die". Les gizmodo.com

Kinesari dripin av eksploderandi fartelefon

Í Kina brúka tey ofta kopi-battarí í fartelefonunum; og tað var tí sannlíkt tí at ein maður lat lív herfyri, tá ið fartelefonin sprongdist í lummanum. Les engadget.com

Kinesisku fimleikagenturnar eru sikkurt ov ungar

Í øllum førum hava fólk funnið skjøl í goymslum á internetinum, sum vísa at tær eiga at vera 14 ár, hóast teirra kinesisku pass siga at tær eru 16. Serfrøðingar siga seg kunna staðfesta aldurin á fólki undir 21 ár við ½ ára vissu, so vit fáa tað nokk endiliga staðfest, fyrr ella seinni. Les spn.dk

5 OL met sum mest sannlíkt falla í Beijing

Nøkur boð uppá hvørji av størstu metum sum fara at falla. Tey vænta t.d. at Michael Phelps tekur metið frá Mark Spitz í at vinna flest OL gull á einari stevnu, og at tað yvirhøvur fara at verða sett flest heimsmet nakrantíð. Les 2008beijingolimpics.com

Kinesisk S.W.A.T. lið koyra Segway

Eg veit ikki hvat feilar hasum skribentunum á engagdet... eeg haldi tað sær cool út :-) Les engadget.com

Tøkniherurin hjá kina

Fólk í amerikansku stjórnini og teldutrygdarserfrøðingar halda at kinesarar hava longu verið langt inn í KT-kervunum hjá amerikanskum fyritøkum og stovnum. At tey longu hava verið atvold til m.a. streymslit í USA, við vælsignilsi frá kinesisku stjórnini. Les nationaljournal.com

Kinesarar vilja forða fyri regni á OL við flogførum og kanónum

Sannlíkindini eru vanliga 50% fyri at tað regnar í Beijing í august, men á OL skal tað vera regnfrítt við at brúka superteldu, tvey flogfør, umframt einar 20 kanónir og rakettir. Les ing.dk

USA byggir um kjarnorkurakettir til 'bara' at vera smartbombs

Hetta so at tey skjótt kunnu raka eitthvørt mál á klótuni við konventionellum vápnum. Men stóri trupulleikin er sjálvsagt, at aðrar kjarnorkumaktir sum Russland og Kina fáa trupulleikar við at síggja mun á, um talan er um kjarnorkuálop ella ei. Les ing.dk

Russland og Kina vilja hava forboð móti vápnum í rúmdini

Í 1967 varð eitt forboð samtykt um ikki at hava hópoyðingarvápn í rúmdini, men nú vilja londini hava forboðið víðkað til onnur vápn eisini. USA hevur svarað at tey ikki halda at tað verður møguligt at fáa øll at yvirhalda hesa avtalu. Les newz.dk

8 ára gomul runnið 3550 km seinastu tveir mánaðirnar

Nýliga komin til Beijing hevur kinesiska Zhang Huimin runnið umleið 80 kilometrar um dagin sunnan úr Hainan landspartinum. Stikk denn, Absalon Hansen ;-) Les jp.dk