Granskarar á University of Missouri menna í løtuni eitt kjarnorkubattarí á stødd við eina amerikanska "penny", sum tey siga eru púra trygg at brúka. “People hear the word ‘nuclear’ and think of something very dangerous,” he said. “However, nuclear power sources have already been safely powering a variety of devices, such as pace-makers, space satellites and underwater systems.” Tey hava eisini mennt okkurt slag av flótandi hálvleiðara, sum onkunsvegna minimerar trupulleikan við at kjarnorkan kann skaða hálvleiðaran. Tey vóna at kunna gera eitt battarí tyngri enn eitt hár, einaferð í framtíðini. Les missouri.edu
kjarnorka
Kjarnorkuspreingingar kunnu avdúka falskt árgangswhiskey
Granskarar á Oxford Radiocarbon Accelerator Unit hava mennt ein máta at avdúka whiskey í verður logið at verða eldri enn frá 50-unum, við at kanna fyri restir frá kjarnorkuroyndarspreingingarnar tá. Les slashdot.org
Bretskir kjarnorkukavbátar nú dagførdir til Windows XP
The Royal Navy hevur her í desember fullførd sína Windows for Submarines™ verkætlan, har sensor- og vápnaskipanir umborð á teirra Trident kjarnorkukavbátum nú verða stýrdar við teldum sum koyra í summum førum Windows 2000, men oftast Windows XP. Tey vænta at spara einar 150 milliónir krónur næstu 10 árini, við at brúka standardvøru heldur enn serforritaðar stýriskipanir. Les theregister.co.uk
NASA ætlar at byggja eina kjarnorkustøð á mánanum
Ella rættari 'í mánanum', við tað at tað skal vera undir jørð. Tey arbeiða við at menna eina kjarnorkustøð sum kann geva astronautunum 40 KW, ið er nóg nógvur streymur til eini 8 sethús á jørðini. Støddin á einum sovorðnum reaktori er 'umleið sum ein kontór-skrellispann' (citat NASA :-), og strálingin verður skermað serliga við hjálp av mánaskorpuevninum Regolit. Les ing.dk og nasa.gov

Image courtesy of NASA
Bretland loyvir nú óavmarkaðari kjarnorku
Bretska stjórnin vil nú lata tað verða fullkomiliga upp til frí marknaðarkrefturnar at avgera hvussu nógv kjarnorkuverk skulu vera í landinum. Les ing.dk
6 kjarnorkurakettir av óvart sendar tvørtur um USA
Éin (nú koyrdur) maður kom av óvart at senda 6 spreingiklár missil við orku sum 60 Hiroshimabumbur undir einum B-52 bumbuflogfari tvørtur um USA, uttan at amerikanski herurin annars visti av tí fyrr enn tey lendu hinumegin. Les ing.dk
Eiga russar eina sjálvvirkandi dómadagsmaskinu ?
Sambært bókini Doomday Men so bygdu russar eina skipan í 1985, sum kundi spreingja heimin í sor eisini eftir at sovjettiska stjórnin var útraderað. Les slate.com
Sløktu kjarnorkuverk tí áin var ov heit
Hitabylgja viðførdi at kjarnorkuverki mátti sløkkjast, av tí at kølivatnið var ov heitt. Les treehugger.com
Tjernobyl lokast inn av nýggjum
Tað fer væntandi at kosta um 6,5 milliardir krónur at byggja og flyta eitt risa sarkofag á tokskinnarum yvir reaktor og verandi betongsarkofag. Les ing.dk
USA vil tryggja síni atomorkuverk móti flogálopi
9/11 viðførir at amerikansku myndugleikarnir nú krevja, at framtíðar atomorkuverk skulu kunna klára at eitt passagerflogfar krasjar niður í tey. Bara eitt (evropeiskt) atomorkuverk kann hetta í dag. Les ing.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 14 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 3 tímar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 21 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani