Roknilærarin Dan Meyer hevur roknað eitt sindur uppá kø-kultur, og kemur fram til at tað hevur størri týdning hvussu nógv fólk sum eru í køini, enn hvussu nógv tey hava í kurvini. Eitt fólk í køini er sambært honum vert 17 eyka vørur. Fyrsta viðmerking á lifehacker sigur at talið er nærri 10, og nevnir so eisini ymiskt annað áhugavert. So sum at køin gongur skjótari um ein drongur situr við kassan og ein genta koyrir í posan (tí hann roynir at imponera), enn um gentan situr við kassan og hann koyrir í posan (tí hon verður distraherað).
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 8 tímar síðani
5 dagar 17 tímar síðani
2 vikur 2 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 5 tímar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 3 dagar síðani
9 vikur 1 dagur síðani