kreativitetur

Børn sum spæla telduspøl eru meira kreativ

Granskarar á Michigan State University meta seg hava staðfest, at dreingir og gentur sum spæla telduspøl eru meira kreativ, líka mikið um spælið er harðligt ella ei. Dreingir spæla meira og harðligari spøl enn gentur; men líka mikið kyn, rasu ella slag av spæli, so tyktist tað at vera einans telduspøl sum høvdu samanhang við størri kreativitet. Les EurekAlert, via Geekosystem.

Child Playing Video Games (Animal Crossing)

(Picture courtesy of Stephanie Brown, cc by 2.0)

Ein fundur á døgverða kann oyðileggja allan dagin

Fólk í kreativu vinnuni hava lyndi til at útseta stórar uppgávur, um tey vita at ein fundur fer at avbróta arbeiði, eina ferð í leypi av degnum. Tí er betur at hava fundirnar fyrst ella síðst á degnum. Les lifehacker.com

Loftshæddin ávirkar kreativitetin

Ein kanning á University of Minnesota bendir á at loftshæddin hevur ávirkan á hvussu kreativ fólk eru. Høgt loft skapar villar ideir, og smá rúm meira konservativ hugskot. Les yahoo.com