Har er kreppa í ísraelska herinum, eftir at avísin Haaretz er komin fram á T-skjúrtur til ísraelskar hermenn, har man til dømis sær eina palestinenska kvinnu sum er upp á vegin, í krossfeltinum av einum kikarasikti, yvir sloganinum "1 shot 2 kills". Les sky.com
kríggj
Ikki heilt uttan trupulleikar at brúka krígs-robottar
Fleiri dømi eru um at teir hava vent seg ímóti sínum egnum, sum til dømis á eini venjing í Suðurafrika, har ein antiluftskyts-kanón vendi seg og uppá 1/8 sekund skeyt eini 15-20 skot, sum drupu 9 og kappaði høgra hendir, armar ella bein av 15 øðrum. Les ing.dk
Norskur lækni í Gaza: "GER OKKURT!"
Norskur lækni hevur sambært eb.dk sent hetta SMS-ið úr Gaza: De bombede det centrale grønsagsmarked i Gaza City for to timer siden. 80 sårede. 20 dræbte. Alle blev bragt her til Shifa. Hades! Vi vader i død, blod og legemsdele. Masser af børn. Gravid kvinde. Jeg har aldrig oplevet noget så rædselsfuldt. Nu hører vi tanks. Fortæl det videre, råb det videre. Alt. GØR NOGET! GØR MERE! Vi lever historiebøgerne, lige nu!
Amerikanski herurin vil hava 'tanka-hjálmar'
Sum eitt slag av radio uttan mikrofon, ætlar amerikanski herurin at soldátarnir skulu senda boð ímillum sín uttan at skula siga nakað, sum hinir so allíkavæl hoyra. Hetta var science fiction fyri fáum árum síðani; men nú er tøknin og vísindin so mikið klár, at herurin spýtur pengar í projektið. Les time.com
Svensk granat er ársins uppfinning
Sambært amerikanska herinum. GPS tøkni ger at teir skulu bara skjóta hana nøkulunda ímóti málinum, so stýrir hon sjálv fram til ætlaða staðið. Og harvið røkkur hon dupult so langt sum vanligar granatir, umframt at hon rakar beinari. Snilt snilt, sviar. Les epn.dk
Maskinbyrsan á donskum tyrlum í Afganistan spard burtur til at spara olju
Hetta halda hermennirnir sjálvsagt lítið um. Les jp.dk
Amerikanski herurin brúkar termobariskar bumbur í Afganistan
Pilotarnir klagaðu um at vanlig Hellfire missil fóru bara tvørtur gjøgnum bygningar, og tey brúka tí hesar nýggju til at súgva luftina úr fólki, skræða innvølini sundur og knúsa kroppin. Vápnið er so kontroversielt, at tey brúktu 18 mánaðir uppá at umrøða um vápnið breyt altjóða reglur. Loysnin varð at broyta navnið til ikki at siga 'termobariskt', men trupulleikin er bara at framleiðarin enn kallar vápnið fyri 'termobariskt'. Les timesonline.co.uk
10 daga treytað fongsul fyri at skemta um bumbu í Kastrup
Ein 24 ára gomul kvinna er dømd 10 daga treytað fongsul fyri at siga "de har fundet min bombe" við síni vinfólk, meðan tey gingu gjøgnum metal-detektorin í Kastrup Lufthavn. Les jp.dk
Døgg fekk 7 milliardirs 'stealth' bumbuflogfar at detta niður
So burdu vit verið rímiliga væl vard her í Føroyum :-) Les ing.dk
Danmark í topp trý yvir heimsins terrormál
Bara Ísrael og USA eru í størri vanda fyri terrorismu, heldur ísraelski terrorserfrøðingurin Barry Rubin. Les eb.dk
Nýggjar viðmerkingar
2 dagar 5 tímar síðani
2 dagar 14 tímar síðani
1 vika 3 dagar síðani
2 vikur 1 dagur síðani
3 vikur 14 tímar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 4 dagar síðani
4 vikur 5 dagar síðani
5 vikur 11 tímar síðani
8 vikur 5 dagar síðani